Skriva út

3. sunnudagur fyri føstu (septuagesima)

Prædika í Funningi sunnudag septuagesima 20.02.2011 kl. 12 (útvarpað).


Tekstir: 1. Kor. 9,24-10,5 og Matt. 20,1-16.
Prædika: Alt av náði.



Í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans. Amen.

Orðini “at koma í syndaneyð” eru ikki so ofta at hoyra og tykjast óskiljandi og ótíðarhóskandi, ja, enntá sjúklig fyri mongum. Kortini er syndaneyðin nakað, sum ikki so fá hava og enn upplivað.

Men hvat er syndaneyð? Ja, tað er at vera í neyð um synd sína - at óttast fyri fylgjunum av tí, ein hevur gjørt av illum gerðum, og at tað góða, ein ger, ikki er nóg mikið. Óttin fyri Guds dómi og revsing vaknar í øllum sínum ræðuleika.

Her skal tó leggjast afturat, at langt frá øll uppliva hetta, hóast tey eru trúgvandi kristin menniskju og hava eina vakta samvitsku. Vit eru so ymisk sum menniskju. Tí er ikki rætt, sum summi hava fyri, at seta upp eitt skema, sum sigur, at ert tú av sonnum eitt trúgvandi menniskja, so mást tú fyrst hava verið vaktur, verið í syndaneyð, síðandi vent um, og hareftir kemur so eftirfylgingin.
At vera í Jesu fylgi er tað avgerandi.

Samstundis skulu vit heldur ikki halda hánt um tey menniskju, sum koma í syndaneyð og meta tey sjúklig ella frá sær sjálvum.

Men hvussu kunnu menniskju so koma úr hesi ræðuligu neyð? Í bók síni “Hellan” sigur svenski biskupurin Bo Giertz frá einum gomlum manni at navni nevndur Jóhannus, sum liggur á deyðastrá, men sum ikki kann fáa frið í sinni.

Boð verða send eftir prestinum, og tann ungi hjálparpresturin Savonius verður sendur út at hjálpa honum.

Tá hann kemur út til henda gamla mannin, vísir tað seg, at hann er fullkomiliga hjálparleysur sum prestur og sálarhirði.

Savonius prestur roynir at greiða tí gamla frá, at Gud er góður. “Ja, Gud er góður, ómetaliga góður,” sigur Jóhannus, “júst tí er nú liðugt við mær. Prestur veit ikki hvussu góður Gud hevur verið ímóti mær. Hann hevur ferð eftir ferð kallað á meg og ótroyttiliga boðið mær at ganga á lívsins vegi; men eg havi ikki gjørt tað.”

Og so greiðir Jóhannus prestinum frá, hvussu hann bæði í huga, orði og verki hevur syndað ímóti Gudi, og at Gud tí ikki kann lata upp himmiríkis dyr fyri honum. Líka mikið hvat presturin sigur, so rínir tað ikki við henda gamla mannin.

Tað endar við at Savonius prestur kennir seg so veikan og hjálparleysan, at hann skundar sær út fyri dyr.

Meðan hann situr á trappuni uttanfyri við hondunum upp fyri andlitið í sínum hjálparloysi og grætur, kemur Katrina frá Hersmalen framvið, og hon kann rætta tí doyggjandi manninum tað, sum presturin ikki var førur fyri.

Hon ger Jóhannusi greitt, at tá hann er so nívdur av at vera ein syndari, so er tað tí at hann hevur Guds Heilaga Anda. Og Heilagi Andin virkar nú, soleiðis sum hann ger. Tað er Heilagi Andin, sum ger tað greitt fyri honum, at hann er ein syndari.

Um tað nú var so, at hann meinti um seg sjálvan, at hann í sjálvum sær var nóg góður og rættvísur, hvat skuldi hann so við einum frelsara? “Sí, Guds Lambið, sum ber heimsins syndir,” sigur Katrina. “Heldur tú, at hann eisini ber tað synd, sum býr í mínum óreina hjarta?” spyr tann sjúki. “Alla synd tína bøtti hann fyri, tá hann doyði fyri teg,” svarar Katrina, og á tann hátt hjálpir hon gamla Jóhannusi til tað, sum skal til fyri at doyggja í friði.

Og tá er tað, at presturin kann trína fram og bírætta henda doyggjandi mannin - geva honum Jesu heilaga likam og blóð til fyrigevingar syndanna og andaliga styrki.

Henda vakra og hugtakandi frásøgnin vísir okkum einfalt og greitt, at alt er av náði vegna Jesu gerning eina. Og tað er júst hetta, Jesu líknilsi um bønarmenninar, sum kallaðir vórðu at arbeiða í víngarðinum, fyrst og fremst snýr seg um.

Húsbóndin tykist í fyrstu syftu at fara undarliga at, tí hann gevur teimum, sum bert hava arbeitt ein tíma í víngarðinum, somu løn, sum teimum, ið hava arbeitt allan dagin.

Í dagliga yrki og arbeiði okkara vildi hetta sjálvsagt veri órættvíst og hevði ikki borið til. Men nú er hetta eitt líknilsi. Tað er Guds ríki, kristinlívið ella gudsviðurskifti okkara, Jesus talar um og ikki vanligi arbeiðsmarknaðurin, og tí fer eingin órættur fram her.

Í Guds ríki - gudsviðurskiftum okkara - galda ikki somu reglur sum úti á arbeiðsmarknaðinum, har talan er um somu løn fyri sama arbeiði, men heldur somu løn uttan mun til slag av arbeiði, arbeiðstíð og arbeiðsorku, tí at vit fáa ikki løn vegna gerning okkara, men av náði. Lønin er náðilønin.

Í grundini hevur eingin uppiborið nakra løn, tí at lønin er heilt einfalt náði. At fáa loyvi at vera í húsbóndans tænastu - í kirkju hansara og har at fáa lut í náðigávum hansara - er náði og ikki nakað, sum vit hava uppiborið vegna góðgerðir okkara. Ja, tað er í grundini løn í sjálvum sær. Tí er eingin munur á teimum, sum koma tíðliga, og teimum sum koma seint, ja enntá á deyðastrá.

Tá lønin er náði, syndanna fyrigeving, skilja vit, hví Gud ger soleiðis, sum hann ger, og gevur øllum líka. Tí at her er í grundini talan um ein annan, sum hevur gjørt tað veruliga arbeiðið - hevur borið dagsins sveitta og møði, Guds Sonur, Jesus Kristus. Og tí verður líknilsið ein dómur yvir tann, sum heldur seg hava uppiborið meira hjá Gudi, enn onkur annar, vegna dygdir og offur.

Hetta líknilsi er nevniliga ein beinleiðis avleiðing av spurningi Pæturs ápostuls til Jesus:“Sí, vit hava yvirgivið alt og fylgt tær. Hvat verður tá okkara lutur?” (Matt. 19,27).

Tað er menniskjum so líkt at halda, at eitt bartrog kann ikki hava somu møguleikar sum tann, ið altíð hevur livað eitt heiðurligt og gudrøkið lív, bert hann í seinastu løtu gevur seg í Harrans hendur. Tað er ov bíligt.

Ella vit øvunda ein, sum hevur liva sítt villa lív, og hugsa:”Er tað soleiðis vorðið, so skuldi eg bara notið lívið í alskyns ólevnaði og havt tað nógv stuttligari, enn eg havi havt tað. So kundi eg bara vent um í seinastu løtu.”

Men tá tykist tað, sum at vit halda okkum hava spilt lív okkara burtur sum Kristi lærusveinar. Tá snýr tað seg ikki um annað enn í sjálvsøkni at vinna ævigt lív til okkum sjálvi, heldur enn gleðina um at vera í Jesu fylgi, og tað gagnsverk, vit harvið kundu útinna næstanum at frama.

Men ólíkt mongum í heiminum kunnu øll vera við her: Høg og lág, rík og fátæk, frísk og sjúk, klók og tápulig, sokallað góð menniskju og minni góð.

Tað stóra og gleðiliga í øllum hesum er, at Gud hin alvísi og almáttugi yvirhøvur kann og vil brúka okkum í arbeiði sínum, er trúfastur ímóti okkum og ikki troyttast - vit sum í tíð og ótíð svíkja kærleikan, eru ólýðin og gera ímóti vilja hansara, so at hann kundi havt alla grund til at mist tolið við okkum.

Hvat kunnu vit tá annað enn bert veita honum eina hjartans tøkk fyri kærleika hansara, trúfesti, tol og náði ímóti okkum - at vit yvirhøvur fáa loyvi at vera við?

Og halda vit okkum at hesum góða og miskunnsama húsbónda okkara hóast mongu mistøk okkara og føll, so vil eisini ljós falla yvir arbeiði og uppgávur okkara her í heiminum, tí at tá verður eisini dagligi gerningur okkara, um hann so er stórur ella lítil í mannaeygum, eitt arbeiði í víngarði Harrans.

Øll fáa vit tó somu løn - ein denar, sum er Guds náði.
Ein gamal bóndi, sum hevði roynt at liva eftir samfelagsins og Guds lógum lá á deyðastrá. Men hann var komin í syndaneyð og fann ongan frið.

Alla tíðina hugsaði hann, um hann nú hevði gjørt nóg mikið, til tess at vinna Guds tokka.

Og so spurdi hann síni kæru, sum vóru savnað um legu hansara:”Er tað ikki rætt, at eg ongantíð flutti markaskjalið inn um markið hjá grannanum?” “Jú, tað er rætt,” vissaðu tey hann um. “Havi eg ikki altíð givið teim um fátæku, og teimum, sum ferðaðust á vegunum so mikið, sum eg kundi vera fyriuttan?” “So avgjørt. Tú hevur altíð verið ein gávumildur maður.” “Havi eg ikki verið ein góður hjúnafelagi,” spurdi hann konu sína? “Jú,“ svaraði konan og segði einki um tann kulda, sum mangan hevði verið teirra millum.

Og soleiðis helt hin doyggjandi á við at meta um lív sítt og fáa síni kæru at vissa seg um, at hann hevði livað eitt heiðurligt og gudrøkið lív. Men einki hjálpti. Hann fekk ikki frið í sinni.

At enda vórðu boð send eftir presti, og presturin helt eina
stranga dómadagsprædiku fyri honum og kallaði hann eina neyðarsliga menniskju, sum hevði flutt markaskjalini, veri gírigur, ein vánaligur faðir og hjúnafelagi. Ein stórur syndari, sum bert Guds náði kundi rættvísgera.

Onkur heldur kanska, at henda framferð prestsins var fullkomiliga óhóskandi og burturvið undir slíkum umstøðum, og mangur okkara hevði óivað aftra seg við at farið soleiðis fram ímóti einum doyggjandi manni.

Men tað vísti seg, at tað var hetta sum skuldi til, til tess at fáa gamla bóndan burtur frá hugsanini um egnar gerningar, til at síggja, at vit verða frelst av Guds náði eina, tí at meðan presturin talaði, sást týðiliga, at ró fall yvir bóndan og hann doyði við friði í sinni.

So er tá alt av náði.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Gudi várum, Faðir, Syni og Heilagum Anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeindur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen.
Heilagi Faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu! Amen.

Sálmar: 31 - 18 / 144 - 143 - 385 - 257.

Kirkjan í Funningi