Skriva út

2. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)

Luk. 14, 25-35 - 2. tekstarøð

- prædika í Dals kirkja - juni 2006

Roknistykkið

Ein og hvør, sum oyru hevur at hoyra við, hann hoyri! Við hesum orðum endar Jesu tala til okkara í dag, soleiðis sum hon er okkum endurgivin í evangeliinum hjá Lukasi. Við hesum somu orðum: “Tann, sum oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!” enda yvirhøvur ikki so fáar av hesum talum - ja, so nógvar, at tey viðhvørt halda, at tað er Lukas sjálvur, sum hevur smekkað tey aftrat, hvørja ferð, hann hevði endurgivið nakað, sum hann helt, var so væl sagt, at tað ikki bara átti at fara inn gjøgnum annað oyrað og útaftur gjøgnum hitt. Hoyrið hesi orð, og minnist til tey!

Í dag halda vit, at vit ið hvussu er kundu klárað okkum uttan hesa eyka áminning. Vit hava ongan trupulleika við at hoyra Jesus og minnast til hansara orð, tá ið hann sigur nakað, sum nítur so fast sum hetta evangeliið. Tey vanligu fittu og fjálgu líknilsini um Guðs ríki eru tey, sum vit oftast hoyra og fegnast taka fram, tá ið vit sjálvi vilja tala um okkara frelsara. Tey hoyra vit so ofta. Men so nýtir hesin sami Jesus viðhvørt eitt annað mál við nógv meira ógvisligum orðum og myndum, og tá spíla vit oyruni út og lurta. Tá situr eingin líkasælur eftir í kirkjuni, tá fer eingin flógvur útaftur hiðani. Tá hava øll sama spurning á tungu: Hvat man Jesus meina við? Vendir hann sær til okkara við slíkum orðum? Hvat kunnu vit brúka hetta til?

Ja, ein dag sum henda fær Jesus áhoyrarar, sum veruliga geva orðum hansara ljóð. Og tí hava vit kanska eisini varnast, at Jesus mitt í øllum fer at tala um nakað, sum er okkum so gerandisligt sum eitt roknistykki: “Tí at hvør tykkara, sum ætlar at byggja eitt torn, setist ikki fyrst niður og roknar kostnaðin, um hann hevur nóg mikið at gera tað liðugt fyri... Ella hvør kongur fer út í bardaga at stríðast móti øðrum kongi og situr ikki fyrst og leggur ráð, um hann er førur fyri við tíggju túsund at møta tí, sum kemur móti honum við tjúgu túsund?”

Ráðlegging og styrkismeting, vinningur og tap, inntøkur og útreiðslur og kostnaður. Jesus talar um eitt roknistykki, tað duga vit at hoyra.

Hvussu stórt er nú hetta roknistykkið, er tað eitt av teimum tungu ella løttu, hvussu stóra orku skulu vit leggja í tað, og hvussu nógv høvuðbrýggj man tað valda okkum? Kunnu vit kanska loyva okkum at siga, at hetta er so dagsins evangelium, hetta er dagsins tilboð í Guðs orði, hetta er dagsins roknistykki? Og tá ið tú hevur gjørt tín setning og ert komin til eitt úrslit, so setir tú tvær strikur undir tað, leggur heftið saman og heldur frí? Er hetta alt, vit skulu hoyra?

Tað er tað neyvan, um vit skulu trúgva einum norskum presti, sum eitur Karsten Isaksen. Hann orkar snøgt sagt ikki fyri tilboðum. “Eg skilji væl,” sigur hann, “at fólk ikki longur leggja í gleðiboðskapin, tá ið vit umaftur og umaftur leggja hann fram sum eitt annað tilboð.

Er nakað, okkara tíð hevur etið vaml á seg av, so eru tað hesi evindaligu tilboðini. Hvat var tað, sum var á tilboði í handlinum í gjár?
Kundi tú keypa 5 bakkar av maldum oksakjøti fyri 100 kr?

Um tú tekur av einum slíkum tilboði, ger næstan ongan mun. Tað hevur neyvan nakrar sum helst fylgjur.

Vit eru so móð av tilboðum, at um onkur kemur til okkara við uppaftur einum, tá má hann rokna við at banka á einar dyr, sum ikki verða latnar upp.”

Karsten Isaksen kallar tað ein hálvan sannleika - og einki er nærri at lygnini enn tann hálvi sannleikin - um vit bara kalla gleðiboðskapin eitt tilboð og gloyma, at hann eisini er eitt krav. Halda vit veruliga, at tað, Jesus biður okkum seta okkum niður og rokna uppá, er so lætt og so einfalt, at okkum bara nýtist nakrar fáar minuttir at hugsa um tað, og so aftur út at spæla? Skilja vit ikki, at Jesus vil rópa okkum so upp, at vit ikki fáa orð hansara úr aftur okkara oyra? Duga vit ikki at síggja, at tað ikki er dagsins einfalda roknistykki, hann gevur okkum fyri, men tað torførast av øllum, sjálvt lívsins langa og kravmikla roknistykki til okkara?

Er tað lívsins, tilverunnar og ævinleikans roknistykki, vit hava við at gera, so fáa teir vanligu spurningarnir ein heilt annan týdning. Tann fyrsti spurningur, vit plaga at seta, áðrenn vit taka okkum eitt stórmál fyri sum t. d. at byggja eitt torn, er hesin: Hvat fer tað at kosta?

Hvat kostar tað at fylgja Jesusi eftir í lívi og deyða? Og svarið er tað einfalda, at tað kostar nógv meira, enn tú sjálvur ert førur fyri at gjalda: faðir og móður og konu og børn og brøður og systrar, ja, tína egnu sál við. Alt tú eigur, alt tú sjálvur ætlar og ynskir tær, kostnaðurin er so høgur, at tú kanst arbeiða og spara alt lívið og slíta teg upp, og tó kortini einki hava goldið av tí, Jesus krevur av tær.

Hvørjar eru friðartreytirnar? Hetta er ein spurningur, sum hvør kongur noyðist at seta, um hann í ráðlegging síni kemur til tað úrslit, at tað ikki fer at eydnast honum við tíggju túsund hermonnum at møta tí, sum kemur móti honum við tjúgu túsund hermonnum. Hvørjar eru friðartreytirnar? Er tað nakað, vit kunnu samráðast um, og hvussu nógv ella lítið skal til, áðrenn yvirmaður mín er nøgdur og letur meg hava restina av valdi og ríki mínum í friði? Men tær friðartreytir, sum Jesus letur okkum hóma, eru einki minnið enn at geva seg yvir fult og heilt, tað er tann endaliga og treytaleysa kapitulatiónin.

Slíkt er lívsins roknistykki, tað krevur meira, enn vit eiga, tað kostar alt. Og sjálvrannsakandi mugu vit ganga í okkum sjálvi og umhugsa tað, sum Jesus við orðum sínum í dag júst vil hava okkum at grunda yvir: Hvør av okkum megnar hetta? Hvør kann, tá ið saman um kemur, avsiga alt tað, hann eigur, og vera Jesu lærisveinur? Er nakað syndugt menniskja til á hesi fold, sum fær hetta roknistykki at ganga upp?

Rímuliga er nógv broytt, síðani eg lærdi at rokna tíðliga í trýssunum. Nú eitur tað ikki rokning longur, men støddfrøði. Nú lærir fáur tabel longur, men heldur at trýsta á knøttarnar, soleiðis at roknimaskinan ella teldan kann koma við einum skjótum og snórabeinum úrsliti. Men eg hugsi kortini, at tað grundleggjandi við allari rokning framvegis er tað sama. Vit lærdu at kalla tað rokniartir: at leggja saman, at draga frá, at falda og at deila. Funnu vit tann rætta rokniartin, komu vit eisini altíð til eitt úrslit.

So tá ið vit ikki fáa tilverunnar stóra roknistykki at ganga upp, kann tað tá ikki hugsast at vera av tí, at vit ikki vita, hvussu vit skulu rokna tað? Kann tað tá ikki hugsast, at Jesus nýtir ein heilt annan rokniart, ein himmalskan rokniart so at siga, og at tað er tann háttur, hann eisini vil læra okkum at nýta? Og hvussu man hann eita?

Ja, hvat er tað nú, sum ger, at lív okkara fær tað rætta úrslitið hóast alla okkara synd, øll okkara føll og allar okkara feilir? Hvat kallast tað, sum gevur okkum frið og hvílu og ger sál okkara ríka, hóast vit noyðast at leggja alt tað, sum okkara er, í Guðs alvalds hendur? Man ikki Guðs egni rokniartur vera tann, sum kallast náði? Og hvat meira hevur hann at geva okkum enn eitt gott tilboð í dag?

Áðurnevndi Karsten Isaksen sigur:
“Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.”

Tað er kristindómsins fyrsti minuttur í lívinum hjá einum menniskja.

Men so sigur Jesus: Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara.

Tað er eitt krav.

Aftrat tilboðnum.

Tann, sum tekur av bæði Jesu tilboði og kravi, hann er tann, sum finnur hvílu.”

Veit mær, Guð faðir, alla tíð
í hesi trúgv at vera,
í henni eiga sálarfrið,
mín gerning allan gera!
Guðs andi vitnar í mær svá,
at eg í hesi trúgv skal fá
til himna heim at vinna.

Amen.

Sálmar: 331, 415, 467/ 325, 11