18. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)
Tekstur: Matt. 22,34 – 46.1.tekstarøð.
Hoyvíkar kirkja 23. oktober 2011.
Tú skalt elska teg sjálvan! Tað ljóðar sum vegleiðing til sjálvsøkni og sjálvgóðsku. Tað er rættiliga sjáldan, at slíkur setningur verður sagdur.
Hinvegin er tað skilagott at siga hesi orðini, tá tey eru søgd í kærleika. Viðhvørt er tøgnin besta amboð til kærleika og nærleika, og júst tað at vera saman ger allan munin, at sita saman í tøgn, um so skal vera.
Í aðrar mátar er setningurin skaðiligur, tí vit eiga ikki at leggja tyngri byrðar á herðar teirra, ið stríðast við seg sjálvan og sína egnu sjálvsmynd. Tað finnast menniskju í okkara heimsparti, ið av so mongum ymiskum orsøkum ikki eru nøgd við seg sjálvan. Tá kennist setningurin “tú skalt elska teg sjálvan” sum ein eyka byrða at bera. Tað er heilt ómøguligt at liva upp til útsøgnina.
Hugsi um tey sálarliga sjúku og tey ungu, sum onkursvegna hava ilt í sálini, so ilt, at ein lítil skurður ella eitt brandsár á likaminum kennist sum ein sálarligur lætti. Skilagott í øllum lívsins starvi og skiftandi umstøðum at vanda sær um orðini.
Áðrenn boðið verður sett, skal ein onnur útsøgn ljóða, ikki sum boð, men sum ein tilsøgn. Tosa vit málfrøði, so kunnu vit siga, at áðrenn boðsháttin mega vit hoyra søguháttin. Tað merkir, at tú ert nakað, áðrenn tú skalt verða nakað ella liva upp til eitthvørt.
At hoyra eina vinarliga rødd, sum ikki krevur, men gevur. Útsagnir, ið menna, lyfta og lívga. Tú ert dýrabar í eygum mínum. Eg eri góður við teg. Eg haldi av tær.
At tað hongur soleiðis saman, visti Jesus. Ja, heilt afturi í tí Gamla Sáttmálanum visti Guð tað sama. Okkara himmalski faðir veit, at okkum tørvar eitt gott orð, at okkum tørvar fyrigeving syndanna. Ein frelsari var einasti útvegur, og sum Jesus er eingin annar.
Jesus er Guðs kærleiki til heimin. Hann er uppfylling lógarinnar. Eisini tað dupulta kærleiksboðið hevur hann uppfylt okkara vegna. Vit mega staðfesta henda veruleika, áðrenn vit prædika tað, ið vit eiga at vera og skulu gera.
Førleiki at elska okkara næsta er bundin at førleikanum at elska okkum sjálvi. Á ein hátt hongur hetta saman, tí okkara sjálvsmynd myndar myndina av næstanum. Vit síggja okkara medmenniskju ígjøgnum tær brillur, sum okkara egna sjálvsmynd hyggur ígjøgnum.
Áðrenn vit seta boð og krøv, mega vit síggja Jesus, sum er støðið undir og innihaldið í okkara trúgv. Jesus er Guðs sonur og frelsari heimsins. Alt tað, sum vit eru av góðum. Alt tað, sum vit bera av føllum og brekum. Alt tað, ið vit áttu at verið, men ikki eru, er hann okkara vegna.
Jesus er svarið til lívsins stóru spurningar bæði á jørð og í himni. Tá vit eins og Saddukeararnir fara at grunda yvir, hvør av okkara konum er kona okkara í himmiríki. Ella kvinnurnar fara at grunda yvir, hvør av teirra monnum er maður teirra í himmiríki. Tá kemur tað frígerandi svarið, at himmalin er nógv størri enn alt á jørðini, at stórmál á jørðini eru fyri einki at rokna í himlinum.
Himmalin er øðrvísi enn jørðin. Hann er fullkomin, hin heilagi staðurin. Tað er Jesus, ið vit prædika menniskjum til frelsu og gleði. Sjálvt vit, ið viðhvørt missa gleðina, vónina og hugin at liva, - vit kunnu verða endurreist í Jesusi, tí vit eru endurfødd til livandi vónar vegna uppreisn Jesu Krists frá deyðum.
Tað er uppreisn Jesu Krists, vit prædika. Henda veruleikan prædikar hin kristna kirkjan til gleði og uggan. Longu á jørðini er frelsunnar gleði ein veruleiki. Vit kunnu liva og gleðast á jørðina við tí avbjóðing, sum jørðin nú einaferð er. Tað førir ikki á mál, um vit fara at innrætta ella skipa himmalin, - vit, ið hava torført við at greiða viðurskiftini á jørðini.
Saddukeararnir fingu eisini sannleikan at vita : “Tí at í uppreisnini hvørki gifta tey ella giftast, men tey eru eins og Guðs einglar í himlinum.” (Matt. 22,30)
Við hesari útsøgn sum grundstøði eru vit aftur á jørðini. Tað er her, vit eru sett at liva og virka. Her fara vit fram við snildum og reinum lyndi hvørt um annað. Fariseararnir gjørdu vart við seg, so skjótt sum Saddukeararnir vóru málbundnir.
Meistari, hvat er hitt stóra boðið í lógini. Tá spurningurin um giftu í himlinum var fingin upp á pláss. Tá tað ikki var ein viðkomandi spurningur, hvør maður hennara var í himlinum, - hon, ið hevði verið gift við sjey brøðrum. Tá tann elsti beiggin doyði, so giftist tann næsti við einkjuni, og heilt fram til sjeynda beiggjan.
Tá hesin spurningurin ikki var viðkomandi, ja so hugsaðu og spurdu Fariseararnir stórt, ja heilt stórt.
“Meistari, hvat er hitt stóra boðið í lógini?”
Torført at seta ein størri spurning. Tað stóra boðið er bundið. Tað er møguliga eitt boð, ið er størri enn øll onnur, sjálvt um tað verður staðfest, at snáva vit í einum, eru vit sek í øllum.
Svarið kemur á hesum sinni ikki við vindinum. Tað er als eingin sjálvfylgja. Tað ljóðar einfalt, men er so torført at liva upp til, at tað er at kalla ómøguligt.
Men tað ómøguliga er møguligt, tí svarið er, at Jesus er uppfylling lógarinnar. Hann er lógarinnar fullkomnari. Tað er júst henda boðskapin vit prædika, ikki sum eini boð, men sum eina tilsøgn.
Síggj Jesus, hoyr boðið og fest eygu tíni á hann, áðrenn farið verður til verka.
Eyðvitað skulu vit til arbeiðis, vit ið trúgva. Vit skulu sum ein grein á trænum bera trúarinnar frukt. Vit eru ikki eitt sjálvstøðugt træ, men sum grein á trænum, ið er Jesus, kunnu vit av náði Guðs gera mun á jørðini.
Vit kunnu í Jesu stað siga okkurt fitt orð við onkran. Vit kunnu geva eitt herðaklapp. Vit kunnu smílast við glaðum og ugga syrgjandi. Hjástødd í nærleika í tøgn, um so skal vera.
Hitt stóra boðið í lógini er ovurstórt : “Tú skalt elska Harran Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!” Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt : Tú skal elska næsta tín sum sjálvan teg.””
So stórt er hetta boðið, at í tí hongur øll lógin og profetarnir. Tað er ikki smávegis vavi av andsfyllu, ið hetta boðið rúmar, øll lógin og so profetarnir.
Í stuttum kunnu vit nema tríggjar tættir í hesum dupulta kærleiksboði og staðfesta, at júst hetta boðið, kærleikin til Guð og medmenniskjað, er aðalkjarnin í kristindóminum.
Fyri tað fyrsta, eiga vit at elska Guð, okkara Harra og skapara. Hugtikin av Guði av hjarta sál og sinni. Æra navn hansara, og tilbiðja hann við lovsangi og tøkk. Guð okkara, ið er Jesu Kristi faðir. Jesus, ið er uppfylling lógarinnar okkara vegna.
Fyri tað næsta setir trúgvin á Guð okkum inn í eina tænastu ella uppgávu á jørðini. Vit, ið trúgva á Jesus, skulu vera ljós og salt í einum heimi, ið hevur tørv á kærleika og nærleika. Vit skulu elska medmenniskjað í okkara heimliga túni og úti í stóru verð. Vit skulu bera ljós og kynda vónarloga. Rakið, ið rýkur, skulu vit ikki sløkkja. Vit skulu tæna jørðini við himmalskari vón eftir fyriskipan og boðum Jesu Krists.
Sjálvur nýtti Jesus eina nýggja málisku og segði : “Nýtt boð gevi eg tykkum : Tit skulu elska hvør annan, líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu tit elska hvør annan.” (Jóhannes 13,34)
Ein nýggjur sáttmáli í fullgjørdu frelsu Jesu Krists. Eitt nýtt boð til tey kristnu. Nógv er gott og gamalt, men tað nýggja boðið er nýtt og mennandi. Tað lýsir ein kerta. Tað brenna livandi ljós á altarinum. Tvey altarljós, annað umboðar lógina, og hitt umboðar náðina.
“Tí at lógin var givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi.” (Jóhannes 1,17)
Fyri tað triðja er tað dupulta kærleiksboðið øðrvísi enn mong onnur boð. “Tú skal elska næstan sum sjálvan teg”
Í hesum triðja táttinum sæst ein jalig menniskjafatan. Undirtónin hoyrist einastaðni langt inni í tøgnini, langt inni í hjartanum. Tað er, eins og sagt verður, at vit, hvør einstakur, vit eru nakað. Vit eru ikki miseydnað. Vit kunnu gera mun. Fyri okkum rísur ein nýggjur dagur sum ein møguleiki. Beint nú á jørðini kunnu vit gera okkurt skilagott, sjálvt um vit væl vita, at vit hava snávað við atliti at teim tíggju boðunum, ið Móses fekk á Sinai fjalli.
Vit eru nakað, og tað, vit eru, er vorðið størri, tí Jesus kom inn í tíðina, kom til jarðar. Vit kunnu í ávísan mun við góðari samvitsku elska okkum sjálv, og í kærleikanum til Guðs við Jesu kraft elska okkara næsta.
Um vit ikki fevna allan heimin, so kunnu vit vera eitt sindur fyri onkran, ið vit møta á lívsleiðini.
Onkran ríkan, ið einans eigur heimsins ríkidømi, men kennir einsemi og keðsemi.
Onkran fátækan, sum saman við fleiri “eiga eina heila madrass í part”.
Onkran ungan, ið heldur seg vera misháttan og miseydnaðan.
Onkran, hvørs trúgv hevur mist fótafestið.
Vit kunnu gera mun, tí longu áðrenn boðið varð givið, møtti Guð okkum í kærleika, møtti okkum í einborna syni sínum Jesusi Kristi. Sum skrivað stendur : “Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst.” (1. Jóhannes 4,19)
Vit eru smá ljós í Kristi stað. Vit kunnu varpa eina glæmu frá ævinleika Guðs á jørðina. Ikki køvandi skuggar, men lívgandi endurskin.
Júst vit – menniskjan sum heild. Vit eru nakað serligt. Amen.