Skriva út

16. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (1)

Prædika í Hoyvíkar kirkju

Sálmar: 327 – 267 – 201 – 324 – 200


Bøn
  fyri prædiku(Bo Giertz: Att leva med Kristus):

 

Uttan Teg, Harri mín Jesus, er deyðin bara eitt stórt myrkur og ein stór gáta. Eingin kann siga okkum, hvat ið møtir okkum hinumegin. Summi siga, at allt er liðugt, men eingin kann vita(garantera) tað við vissu. Og eingin kann siga, nær ið myrkrið kemur at síga seg saman um okkum. Vit kunnu lata vera við at hugsa um tað, men tá kemur tað yvir okkum av nýggjum. Vit síggja menniskju fara inn í tað, sum eru yngri enn nógv okkara. Nær kemur okkara túrur? Tú veitst tað, Harri. Tí lata vit tað allt saman til Tín og biðja bara um eitt: At Tú ert við okkum eisini tá. Fyri trúfestis tíns skuld! A m e n !

 

Prædikutekstur: Luk. 7, 11 – 17. Fyrra tekstarøð.

 

   Í dag er sáttmáladagur hjá jødunum, Yom Kippur, sum endar nýggjárshaldið fyri ár 5770, sum teir fóru inn í fríggjadagin fyri eini viku síðan (18. septembur).

   Ì dag endar eisini føstumánin(-mánaðurin) hjá muslimum, ramadan.

   Og vit kristnu halda vanligan sunnudag , dag Harrans, til minnis um uppreisn Jesu frá deyðum, sum sambært evangeliunum í Halgubók fór fram sunnudag . Sunnu- dagurin verður tí hildin sum ein fagnaðardagur, ein gleðidagur, ein lívsins dagur.

   Ì dag hoyra vit um sigurin á deyðanum.

 

   Deyðin er fíggindin, sum heldur okkum í trældómi. Tað er hitt veruleikakenda kristna sjónarmiðið um deyðan.

Deyðin er ikki nakað nátúrligt, ikki nakað, sum tú, sum frá líður, kannst gerast vinur við. Tað finnist djúpt í veru okkara eitt røtt kensla av, at deyðin fyri okkum menniskju er nakað ræðandi, nakað, sum ikki átti at kunna hent. Tað var ikki ætlingin, at vit skuldu doyggja. Deyðin er eitt tekin um, at tað er hent ein vanlukka, ein stórskaði, at lívið er vorðið nakað annað, enn tað skuldi verið. Tað er bæði sunnt og rætt at óttast fyri deyðanum og uppliva hann sum ein fígginda, ein, sum órógvar, ein óvin.

   Jarðarferðarfylgið, sum kemur út gjøgnum býargrindina í Nain, vísir, hvussu ið vit eru kvald av fígginda okkara, deyðanum. Her er sorgin so vónleys, sum hon kann verða. Tað er ein ung menniskja, sum liggur deyð, einasti sonur hjá einari einkju. Einkjan, sum gongur aftan á børuna, hevur misst allt, eisini forsyrgjara sín og tryggleika sín í samfelagnum. Av tí at jarðarferðin har mátti verða sama dag, hevur hon fingið bara nakrar tímar, til grøvin fer at fjala út yvir tað kærasta, hon eigur.

   Tá kemur Jesus. Og tað, Hann ger, er - sum øll undur Hansara - ein prædika, ein boðan, eitt lyfti til okkara allra.

Hann vísir, at fíggindi okkara, deyðin, hevur fingið sín yvirmann. Hann vísir, at tað finnist ein møguleiki – ein einasti – at koma undan valdi deyðans. Hann sigur í verki hitt sama, sum Hann seinni skuldi siga í orði: At Hann er uppreisnin og lívið, at tann, sum trýr á Hann, ikki skal síggja deyðan. Sum Hann segði her í Nain: “Ungi maður, eg sigi tær: Reis teg upp!” , so hevur Hann vald at siga til okkara allra, yvir grøvir okkara. Og kemur Hann at gera tað.

   At “verða vinur við deyðan” kann merkja at læta sær lynda(resignera) og geva seg upp(kapitulera), at royna at finna seg í tí , sum ikki sleppst undan. “Vit mugu øll doyggja”. Tá hevur tú sagt tað frá tær, sum er aðalsmerki menniskjans. Tú roynir at geva teg undir, at tú ert bara eitt petti av evnum, sum nú sambært lógum náttúrunnar skulu verða upployst og detta sundur aftur. Men Guð hevur nú eina ferð lagt ævina, ævinleikan, í hjørtu menniskjans, sum skrivað stendur hjá Prædikaranum(3,11), og tí er tað ikki so lætt at beina fyri kenslu síni av, at deyðin er ein, sum órógvar. Tað er heldur ikki ætlingin. Vit kunnu ikki koma til sættis við deyðan upp á egnu hond. Tað er týdningar- miklari og rættari at verða vinur við Jesus enn at vera vinur við deyðan.

 

   "Mær hevur altíð dámt so væl evangeliið um sonin hjá einkjuni í Nain", sigur stóra danska sálmaskaldið,  Grundtvig, í eini prædiku frá 1856. Tí, sigur hann, teknini og un­durgerningarnir hjá Harranum Jesusi fyri manna eygum tá eru ætlað okkum nú sum fyrimynd, sum Paulus ápostul eisini skrivar í brøvum sínum um teknini og undurgerningarnar í Gamla Testamenti, at tey eru fyrimyndir um Andans gerning í fylling tíðar­innar.

 

   Tað eru eisini aðrar frásagnir í Halgubók um menniskju, sum verða reist upp frá deyðum. Hitt gamla Testamenti kann siga frá, hvussu ið Elia profetur hjálpir einari einkju í Sáreptu og gevur henni tann sonin aftur, sum skuldi vera forsyrgjari hennara og verja. Og profeturin Elisa hjálpir einari kvinnu á líknandi hátt, tá ið hon hevur misst einasta son sín. Hesar frásagnirnar í Gamla Testamenti líkjast á mangan hátt teirri frásøgn, sum Lukas evangelistur, ið sigst at hava verið lækni, leggur fram fyri okkum í dagsins evangelium. Men tað eru eisini avgerandi munur á frásagnunum. Hvørgin av profetununum í Gamla Testamenti tora at geva deyðanum boð, sum Jesus ger tað. Teir fara meira varisliga fram og himprast, og fáa vit varhugan av, at teir stríðast við ein yvirmentan og allt ov sterkan fígginda, sum teir helst vilja sleppa undan at møta andlit til andlits, soleiðis sum Jesus møtir deyðanum í opnu býargrindini í Nain, sum eisini verður eitt portur millum lív og deyða.

   Tað er sorgin hjá einkjuni, sum fær Jesus til at koma upp í leikin.Tað er henni, Hann tekur hjartaliga synd í. Men undan sorgini er tað hin deyði, sum við deyða sínum gjørdi sorgina livandi. Vil ein sorgini til lívs, má ein til deyðan, og er tað ein tungur mótstøðumaður, sum tey flestu víkja uttanum. Sjálvt teir sterku profetarnir himprast. Elisa profetur sendir fyrst tænara sín og gevur honum ein stav við, fyri at hann kann leggja hann á andliti hjá tí deyða dreinginum. Men stavurin ger onga nyttu. Tann kraft, sum er í honum, megnar einki ímóti deyðanum. Elisa má sjálvur avstað, sjálvt um hann helst vildi verið heima.Hann fylgir bara við, tí at móðirin at dreinginum sýtir fyri at venda aftur uttan hann. Tað býður honum ímót at fara so tætt upp á deyðan, sum tað eyðsýniliga er neyðugt fyri at fáa bilbugt við honum. Men tá ið hann er náddur fram, ivast hann ikki longur og leggur seg oman á tann deyða drongin, eyga móti eyga, munn móti munni, hond í hond og kroppi móti kroppi, og tá vendir varmin, hitin og lívið aftur í ti deyða. So tætt mást tú fara inn á deyðan, um tú skalt gera tær nakra vón um at vinna á honum. Tú mást vinna á ræðslu tíni fyri deyðanum og tora at gera teg til eitt við hin deyða. Tá kann tað eydnast,- sigur henda gamla søgan. Men hvør kann á rættan hátt finna eitt sovorði dirvi í hjarta sínum? Tey flestu víkja klókliga og velja í staðin at verða eitt við sorgina og fylgja eyðmjúk og mannminkandi eftir deyðan- um í klæðum sorgarinnar sum einkjan í evangeliinum. Harrin Jesus tordi at geva deyðanum boð, og veik deyðan fyri orðum Hansara. Men tá ið tað ráddi um hin endaliga sigurin yvir deyðanum, legði eisini Hann seg tætt inn at honum og læt egna lív Sítt verða eitt við hann.

   Martin A. Hansen, sum fyri 57 árum síðan(1954) saman við Sven Havsteen-Mikkelsen, ið hevur málað altartalvuna her í Hoyvíkar kirkju, ferðaðist í Íslandi og eisini steðgaði á her í Føroyum og fekk góðar menn at kvøða vísir og gomul kempukvæði fyri sær, sigur í bók síni “Orm og Tyr” frá grundarlagnum fyri, at fólkini her í norður- londum fóru frá heiðinskapi til kristindóm. Hin ljósa asatrúgvin hevði mist mátt sín yvir sinnunum, og ræðslan fyri deyðaveldunum hevði tikið sæti hennara. Nú vóru tað tey, sum stýrdu lívinum og drivu leik sín við menniskjum, so at tey vórðu førd frá sorg til sorg og knógvaðu undir órógv. Hin gamla hugmóðin var burtur, og eitt máttloysi hevði sníkt seg inn, sum ger menniskju viðeirilig og lin í kongunum, veik og viljaleys, tá ið deyðin vísir andlit sítt. Tí virkar boðskapurin hja evangeliinum um uppreisn so sterkt. Hann kallar eitt nýtt dirvi fram mitt í mótloysinum, Kristus-dirvið, sum er øðrvísi enn hin gamla hugmóðin, og sum livir í øllum frásøgnunum um hin krossfesta, men upprisna Harra. Her er eitt dirvi, sum einki stendur aftanfyri tað, tey funnu hjá hetjunum í teimum gomlu søgnunum, og er tað uttan svik. Her hittu tey ein mann, sum tordi at ganga ímóti deyðanum og bjóða honum av uttan lótir og kávalæti og uttan nakað ynski um at verða hávirdur fyri tað. Trongdin til at útvega sær umdømi og heiður, sum dreiv so mangar av teimum gomlu hetjunum, hevði alls einki at týða.

   Tað er miskunnsemi við teimum syrgjandi, sum drivur Jesus og noyðir Hann til at koma upp í leikin og venda Sær móti deyðanum. Allt lív Jesu er bundið av hesi samkenslu, og úr henni sprettir eisini viljin til at reisa seg móti deyðans harradømi. Men mitt í samhoyringini við øll tey fátæku og syrgjandi er Hann bundin at himmalska Faðir Sínum, og er tað so inniliga, at Hann væntar góðkenning Hansara av øllum, sum Hann sigur og ger, og hjálp Hansara til at seta tað í verk. Eisini tá ið Hann vendir Sær móti tí síðsta og størsta fíggindanum, deyðanum sjálvum í egnu høgu tign hansara.

 

   Av tí at Jesus er í parti við okkum, kunnu vit lyfta høvur hátt og síggja deyðan í andliti. Deyðin eigur ikki hitt síðsta orðið. Tað eigur Jesus. Og Hann livir og vil geva okkum lív. Í hesi lívsins tænasta standa vit og kunnu tí vera glað og halda sunnudag sum ein fagnaðardag. A m e n !