Skriva út

15. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)

Prædika í Hoyvíkar kirkju 15.s.e.trin. 2.oktober 2011 kl.11.00.

Tekstur: Matt 6,24-36.

Hoyvíkar kirkja

Náði veri við okkum og friður frá Guði...

Tað er ein gamal setningur, sum ljóðar: Carpe diem, tað merkir: gríp dagin ella ger nýtslu av degnum í dag.

Vit liva í eini tíð, har vit fevna víða. Tað veri seg í tonkum, ætlanum og peningi.

Danski heimspekingurin S.Kierkegaard, talar í einum av verkum sínum um at liva í núinum – at liva her og nú!

Tað eru tey, sum halda, at ein tílíkur liviháttur er ov lítið víðskygdur og fáir ella eingir framtíðarmøguleikar í.

Sangarin Michael Falck syngur í sanginum “Summarið kemur”: “Eg trúgvi ikki, at heimurin er gjørdur av lava, men eg trúgvi, at lívið er ein gáva.!”

Sálmaskaldið í GT sigur: “Eg tær lovi, Guð, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur...
Evangeliið í dag talar um at vera til staðar.

Vit kundu spurt: Nær eru vit til staðar? Ella eru vit til staðar? Eitt svar av mongum kann verða, at vit eru til staðar, tá ið vit liva í harmoni ella samljóði við Guði, okkum sjálvi og teimum menniskjum, vit liva lívið saman við.

Henda løtan í kirkjuni í morgun er tín og mín. Vit hava sett tíð av til løtuna ella kanska onkur sigur: eg havi tikið mær tíð til hesa løtuna – eg kundi jú gjørt okkart heilt annað.
Henda løtan er okkara. Latum okkum brúka hana.

Meðan vit sita her, sveima himmalsins fuglar høgt uppi yvir okkum og hava gott útsýnið, men teir síggja ikki dagin í morgin!

Liljurnar á markini standa úti í øllum veðri, tær sveiggja í lotinum ella vindinum, veðurbardar av regni og vindi. Tær verða hitaðar av sólini – tær klaga ikki!

Fuglarnir og liljurnar stúra ikki – hjá teimum er tað løtan júst nú.

Tað er øðrvísi við okkum menniskjum.

Hóast vit verja og tryggja okkum á tann hátt, sum vit nú einaferð kunnu gera tað í okkara tíð, og alt sær út at vera í lagi, so er tað eitt, sum fylgir við. Tað er stúranin.

Vit skulu altíð verða frammanfyri okkum sjálvi. Vit hugsa meira um dagin í morgin enn um dagin í dag.

Tá ið tað regnar, vilja vit hava sólina at skína. Er vindur, vilja vit hava stilli. Tá ið sólin skínur, hevði tað verið gott við einum frískum loti. Og kursirnir í keypsskálunum fáa hjørtini at banka óregluliga og nervalagið at hanga uttan á likaminum – alt eftir hvønn veg kursirnir fara!
Ivin og stúranin fylgja við.

Tað er mangan trupult hjá okkum menniskjum at vera til staðar, har vit eru.
Men vit finna uppá ráð og brúka nýggj orð sum t.d. kvalitetstíð.

Hetta merkir, at tá ið vit eru saman eru vit 100% saman, og tí er tað kanska ikki so neyðugt, at vit eru so ofta saman! Tað er jú so nógv sum skal gerast og avgreiðast hvønn dag!
Vit liva í einum samfelag, har alt skal verða so tjekkað.

Í atferð og útsjónd vilja vit so fegin vísa sjálvsálit!

Vit skulu vita, hvat vit vilja. Alt skal vera so skipað. Einki má henda av tilvild – alt er lagt til rættis frammanundan. Vit mega hava heildaryvirlitið.

Í dag fær ein næstan ikki verið sjálvstøðugur. Eftirlit má verða við øllum. Spurningurin er: ger alt hetta okkum ríkari og glaðari ella gerast vit enn meiri bangin og óttafull fyri tí, sum koma skal í framtíðini?

Evangeliið fær okkum at steðga á eina løtu. Tað vísir við nøkrum einføldum og kendum myndum, hvussu lívið eigur at verða livað.

Spurningurin í okkara tíð er ikki, um vit skulu liva sum fuglurin: frælsur at flúgva og gera, tað honum lystir og ferðast, hagar hann vil..... ella sum liljan á markini: grør og veksur og sær vøkur út.... Men menniskja er meiri upptikið av, um fuglurin og liljan hava eina framtíð á hesi klótu, vit liva á...

Eisini her stúra vit...Eisini her skulu vit verða til staðar og verja – ja, Guð – Skaparan.
Men evangeliið talar júst um tað øvuta: Tað eru ikki vit, sum skulu hava umsorgan fyri Skaparanum, men tað er Skaparin, sum hevur umsorgan fyri okkum!

Alt hetta, sum hendir kring okkum, hvussu vit umsita skaparverki, kann ørkymla okkum.
Men at trúgva, at “alt í Faðirs hendi er”, sum vit eisini syngja í einum av sálmum okkara, er ikki tað sama sum at parkera skilið og vitið úti í kirkjutúninum ella í forkirkjuni og síðani seta seg í kirkjuskipið at trúgva “blint” á Várharra.

Evangeliið talar um nakað grundleggjandi í lívi og tilveru okkara, og tað er, at tað ikki eru vit, ið gera av, hvussu framtíðin fer at vera. Vit vita einki um dagin í morgin. Sjálvt um onkur kann syngja: tú skalt eiga morgindagin! Vit kunnu ikki fult og fast verja ella tryggja okkum ímóti sjúkum, líðingum og ágangi av ymiskum slagi! Vit kunnu ikki heldur við at stúra leggja eina alin aftur at ævi okkara!

Alt hetta merkir tó ikki, at vit ikki hava ávirkan á tað, sum fer at henda í framtíðini.
Tað hava vit.

Tí alt, sum vit siga og gera, fær ávirkan á lívið hjá okkum og næsta okkara.

Evangeliið er tikið úr kendu fjallataluni hjá Jesusi. Tað er í hesi taluni, at Jesus minnir áhoyrararnar á stórt og smátt í lívinum, hvat er rangt og hvat er rætt, hvussu tú skalt verða móti næsta tínum, og hvussu tú skalt umsita allar tær gávur, tú hevur fingið frá Skaparans hond.

Jesus minnir okkum á, at tað, sum vit hava fingið av Skaparans hond, eru ikki gávur og virðir, sum vit hava fingið av tilvild, men tað eru persónligar gávur, sum siga nakað um tann, sum gevur okkum gávurnar.

Tað er eins og við listarverkinum: tað veri seg málningurin, sangurin, lagið, høggmyndin ella skaldsøgan – alt hetta sigur nakað um listarfólki. Sigur nakað persónligt.

Júst, sum tað er við náttúrini og øllum skaparaverkinum.

Nattúran kann boða okkum tað vakra, júst sum vit upplivdu tað í morgun, tá ið sólin reis í eystri við øllum sínum veldi og vakra ljósbaði yvir hav og jørð...

Vit uppliva eisini alt hetta sama við listarverkinum, tá ið tað vísir seg frá tí minni góðu síðini, eins og natúran við spillandi, oyðandi og køvandi atferð, tá ið spurvin fellur til jarðar, blóman følnar og grasið visnar...

Hetta minnir okkum á, at øll tey virði, vit savna her á fold, tað, sum Jesus kallar mammon, fer ein dag til grundar. Vit kunnu ikki tæna Guði og mammon!

Tí endar evangeliið við góðum ráðum til okkum øll: Søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.

Og Guds ríki er tengt at Jesusi Kristi, hansara náði, kærleika, rættvísi og fyrigevandi sinnalagi.
Hetta eru gávur og virðir, sum ikki eru avmarkað, men vara ævigt. Hesi virði eru persónliga knýtt til Jesus, og tí eru tey eisini ein persónlig gáva til okkum øll.

Vit eiga at takka fyri allar gávur – so fjølbroyttar tær eru. Allar hesar gávurnar og alt tað, sum vit ikki megnaðu ella tað, sum miseydnaðist hjá okkum, kunnu vit trygt leggja í Guðs hendur.
Er hetta okkara lutur, tá liva vit í núinum – júst í hesi løtu. Tí Jesus er við okkara lið.

Hetta, sum Jesus hevur lovað okkum, er ikki bert nakað sum eg – hin einstaki – fær lut í, men hesum eiga vit øll lut í, tí, sum boðskapurin ljóðar: tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.

Tikið verður soleiðis til í eini yrking:

Dagurin í dag er løgin – hetta er mín dagur!

Dagurin í gjár glapp mær av hondum, men dagurin fekk ikki annað innihald enn tað, sum eg gav honum.

Dagin í morgin kennir tú ikki.

Tú veitst ikki, um tú upplivir hann.

Men dagurin í dag er tað einasta tú kanst vera vísur í.

Henda dagin kanst tú gera við, sum tú vilt.

Ger tað!

Í dag kanst tú gleða eitt menniskja.

Í dag kanst tú hjálpa einum øðrum.

Í dag kanst tú liva soleiðis, at onkur er glaður fyri teg, tá ið dagurin er farin.

Tí er dagurin í dag ein týdningarmikil dagur.

Hetta er tín dagur.

Tað takka vit Guði fyri í Jesu navni

Amen.

Gentukór sang præludium og sunnudagsskúlabørnini sungu tveir sangir.

Sálmar: 25, sálmur úr Sálmabókauppískoytinum nr. 16, 58 – 48, 357

Uni Næs