Skriva út

1. sunnudagur í advent (1)

Vani - umvending. 
Tekstur eftir 2. tekstarøð til 1. sunnudag í advent: 
Lukas 4,16-30 við serligum denti á 16. v.

Tekstur: Lukas 4,16-30 við serligum denti á 16. v.
Fyrra tekstarøð

Vani - umvending.

Í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans. Amen.
Mangan verður sagt um menniskju, at tey gera hetta ella hatta bara av vana. Tað vil siga: Tey gera tað bara - hjartað er ikki við - og tí er vani teirra týdningarleysur, ein útvortis siður, ið minnir okkum á hykl. Hetta er ikki minst galdandi, tá talan er um kirkjugongd.

Men her er vert at leggja til merkis tað, sum sagt verður okkum um Jesus, at hann, “sum siður hansara var, hvíludagin fór inn í samkomuhúsið.” “Sum siður hansara var.” Vit kundu tað sama sagt:”Sum hann var vanur.” Tí kunnu vit als ikki skúgva vanar til síðis sum nakað, ið er týdningarleyst - sum nakað, ið er ein forðan fyri sonnum og livandi trúarlívi, tí at tá seta vit okkum upp ímóti Jesusi sjálvum. Hann helt fast við siðir og vanar.

Sjálvsagt kann tað vera so, at summi menniskju koma í kirkju, til skriftamál, til altars og taka lut í trúar- ella kirkjulívinum annars av berum vana, tí at tey nú einaferð eru vaksin upp í hesum - uttan at hetta sigur teimum nakað ella hevur týdning fyri lív teirra saman við Gudi og næstanum. Tey fylgja bara við. Men vanin sjálvur eigur ikki at verða vanvirdur fyri tað, tí at tað er ikki vanin, sum hevur skyldina, men menniskja sjálvt. Eisini hjá tí menniskja, sum livir í inniligum sambandi við Gud, og sum livir eitt reiðiligt kristiligt lív, verður talan um vana.

Heitt verður á okkum at biðja dagliga til Guds, dagliga at lesa Guds orð og at koma í kirkju, tá kirkjuklokkan kallar.
Eru vit hesi áheitan lýðin sigur tað seg sjálvt, at talan verður um vana. Alt tað, sum vit gera ofta, verður ein vani.

Tað kann ikki vera rætt at siga, at vit skulu gera hetta sjáldan, fyri at tað ikki skal gerast ein vani.

Vit síggja soleiðis, hvussu gáloysin og lítið umhugsin menniskju kunnu vera, tá tey tala um vanar.

Sannleikin er tann, at siðir og vanar - eisini tær føstu gudstænastuskipanir, sum viðhvørt standa fyri skotum, tí at tær skulu umboða stívan og kaldan heldur enn livandi kristindóm - eru ein karmur um kristinlív okkara, sum gevur okkum trygd og styrki.

Latum okkum tí halda fast við teir góðu vanarnar, eisini í trúarlívinum, tí at tað liggur størri vandi í tí ongar vanar - ongar siðir - at hava, tí at tá verða vit ótrygg og rótleys - samfelagið kann tá lætt fara av lagi og upploysast.

Tann, sum hóast vana, trýr á Gud, hevur brúk fyri aftur og aftur at hoyra gleðiboðini um Guds náði í Jesusi Kristi, til tess at styrkjast og mennast í trúarlívinum.
Og tann, sum kemur bara av vana uttan at boðskapurin um Jesus sigur honum nakað - kemur bara, tí at hann er vaksin upp í kristiligum umhvørvi - eisini hann hevur brúk fyri at hoyra gleðiboðini um Jesus, tí at tá kann tað vera, at tað ein dag rennur upp fyri hesum vanabundna menniskja, at hesin boðskapur, sum eg hoyri í kirkjuni, er eisini til mín. Gávan, sum eg fái við altarborðið, er ein gáva frá Jesusi til mín. Soleiðis kann tað, sum ígjár var ein deyður vani, í dag gerast ein livandi vani - ein neyðugur vani. Tí er tað betri, at tann, ið kemur í kirkju av berum vana, at hann kemur, heldur enn at lata vera.

Tað eru tey, sum hava trúð á Gud og livað saman við honum alt tað, tey kunnu minnast, og sum tí ikki kunnu vera uppi í, tá onnur tala um umvending. Tey vórðu doypt einaferð. Síðani vórðu tey upplærd í hini kristnu trúnni og litu á tað, sum tey vórðu lærd upp í. Tað er vituligt, at sovorðin menniskju ikki kunnu tala um nakra veruliga umvending. Kristindómur teirra er ein vanasak, tí at hann er ein natúrligur partur av lívi teirra og tí eisini livandi.

Tað vil tó ikki siga tað sama sum, at eingin í Føroyum hevur umvending fyri neyðini, tí at vit eru ein kristin tjóð. Mong eru eisini tey, sum fullu frá tí náði, sum Gud í dópinum gav teimum. Ikki bara tey, sum opinberliga vísa tað og beinleiðis avnokta Gud. Men tey kunnu eisini vera at finna mitt í kirkjuliðinum. Tað eru dømi um menniskju, sum siga, at tey komu til umvendingar og trúgv undir t. d. einum lestri, ja, enntá við altarborðið.

Men tá talan er um dagliga umvending ella bót verður eingin undantikin, tí at vit snáva øll í mongum lutum - bæði tann, sum ikki veit um veruliga umvending at siga, og tann, sum vendi um, og mátti ígjøgnum eina kollvelting ella veruliga broyting í lívinum. Øll falla vit í onkrun dag og dagliga. Men at falla og at falla frá er ikki tað sama. Júst tí er tað neyðugt við dagligari umvending ella bót, tað er: at koma javnan fram fyri Gud við bøn um syndanna fyrigeving og styrki til at byrja av nýggjum. Tí hava vit m. a. orðið, bønina, skriftamálið og altarborðið sum hjáparamboð. Fallið verður bert til fráfall, um vit áhaldandi venda Gudi og náði hansara bakið.

Tað, sum er avgerandi, er, at vit liva í trúnni á Gud, náði hansara og kærleika í Jesusi Kristi og í dagligum lívi í øllum veikleika royna at liva, sum tað sømir seg einum kristnum. Nær, hvar og hvussu tað byrjar ella byrjaði kann ongantíð vera tað avgerandi, men at vit gera tað nú, og at tað so eisini í framtíðini verður ein vani - ein góður og livandi vani.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Gudi várum, Faðir Syni og Heilagum Anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður, ein sannur, tríeindur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir. Amen.
Heilagi Faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu! Amen.