1. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (5)
Tekstur: 1 Mós 1,1-13; 26-28a; 2,2-3. Róm 8,19-23. Matt 6,25ff.
Glyvra kirkja
Skapanarsunnudagur Náttúra og umhvørvi
Tað hevur stundum verið umrøtt at fingið í lag ein sunnudag í Føroya kirkju, ið serstakliga varpar ljós á skapanarverkið, náttúru og umhvørvi. Ein skapanarsunnudag, ið snýr seg um 1. trúargrein, ið sigur: „Eg trúgvi á Gud faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar”.
Hetta er ikki ókent í londunum rundan um okkum. Danir hava í fleiri ár havt ein grønan sunnudag, og sokallaðar grønar kirkjur eru nógvar staðir, har umhvørvi og veðurlag eru ein natúrligur partur av hugsan og gerningi. Og íslendingar tosa um umhvørvisstevnu kirkjunnar.
Tað var patriarkurin hjá grikskt/ortodoksu kirkjuni, Demitrios I, ið upprunaliga tók stig til skapanartíðina innan kirkjugátt, tá hann í 1989 mælti til ”eitt tíðarskeið at verja náttúru og umhvørvi við bøn og eyðmýkt andlit til andlits við skaparan av øllum lutum við takksemi fyri ríku gávur skapningsins og við bøn um tess verju og bjarging”. Síðani hevur skapanartíðin fingið meira og meira vind í seglini í kirkjunum og í tí felags kirkjuliga samarbeiðinum í Evropa. Í dag er hetta átak sera væl umtøkt runt um í heimi, har kirkjan er kirkja í tíðini ella nútíðini.
1. sunnudagur eftir tríeindardag er í ár valdur til skapanarsunnudag í Glyvra prestagjaldi. Hetta er dagurin, har gudstænastuliturin er grønur, ið merkir vøkstur og lívsmegi, búning og vón. Tað er eisini um hesa tíðina, at alt stendur í fagrasta blóma, sóljur eru í hvørjari veit, og tjaldrið hevur fult reiður.
Skapanartrúgvin og skapanargudfrøðin ganga sum ein reyður tráður gjøgnum alla halgubók. Í Gamla testamenti hava vit ikki færri enn tvinnar skapanarsøgur, ið gera greitt, at heimurin er Guds og verk hansara. Eitt afturljóð av hesum er at finna í sálmabókini í Gamla testamenti, Jobsbók og hjá Jesaja spámanni. Sálmaskaldið skrivar: ”Við orði Harrans var himinin skapaður, allur himinsins herur við munsanda hans. Hann havsins sjógv savnaði sum í eitt ker, sankaði ægin í goymslubúr. Tí hann talaði, og so varð tað, hann beyð, og so tað stóð” (Sálm 33,6-9).
Í Jobsbók talar Gud út úr storminum og spyr Job: ”Hvar vart tú, tá ið eg legði grundvøll jarðarinnar? Sig fram, um tú hevur tílíkan kunnleika! Hvør setti mál hennar - tú veitst tað jú - ella hvør tandi út mátingarband yvir hana? Hvar vóru stólpar hennar niðurslignir? Ella hvør legði hornstein hennar, meðan allar morgunstjørnur fegnaðust, og allir synir Guds rópaðu av gleði?” (Job 38,4-8). Og tínast Jesaja, spámaður: ”Soleiðis talar Gud Harrin, tann, ið skapaði himinin og tandi hann út, tann ið breiddi út jørðina við øllum tí, sum á henni veksur, tann sum andadrátt gav fólkinum á henni og anda teimum, sum á henni ganga…Tí at so sigur Harrin, skapari himins, hann sum eina er Gud, sum myndaði, tilbúi og grundfesti jørðina og skapaði hana ikki sum oyði, men gjørdi hana til bústaðar: Eg eri Harrin og eingin annar” (Jes 42,5;45,18).
Eftir at Gud hevði skapað himmal og jørð, verður sagt í aldargomlu skapanarsøguni: ”Og Gud leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott” ella ”sera vakurt”. Kirkjufaðirin, Hilarius, ið livdi í fjórðu øld, sigur: ”Himinin og luftin eru vøkur, jørðin og havið eru vøkur”. Og hann heldur fram: ”Tað var tann guddómliga náði, ið gjørdi, at grikkar kallaðu alheimin ”kosmos”, ið merkir prýðislutur”.
Sambært skapanarsøguni hevur menniskja serstøðu í skapanarverkinum. Menniskja er skapt í Guds egnu mynd. Gudsmyndin er henda, at menniskja er sett at ráða yvir øllum tí, ið Gud hevur skapt. Ikki soleiðis at skilja, at menniskjanum er loyvt at misnýta og hevur fingið heimild at gera við jørð, luft, hav, tilfeingi og orkukeldur, sum tí finnur fyri gott. Tign menniskjans er henda, at menniskja er fulltrúi skapanarverksins og er Guds mynd í eygum alra brøðra og systra í ríki náttúrunar. Gud setti Ádam í aldingarðin, Eden, til tess at dyrka hann og varða um hann. Skapanarsøgan er tí tíðarbær og beinir sær veg inn í nútíðina, har høvuðsevnini eru misrøkt og dálking av náttúru og umhvørvi.
Føroyar er vakurt land. ”Tú alfagra land mítt” syngja vit í tjóðsanginum. Einaferð lá á ljóði, at havið rundan um Føroyar var heimsins reinasta. Seinni kom í ljósmála, at havið var dálkað. Rundan um Føroyar eru serstøk koralriv. Røddir vísa á, at koralrivini eru hótt og somuleiðis fiskigrunnar vegna støðugt veiðitrýst. Støðan var hættislig á fjarðunum fyri árum síðani, súrevnistrot og algur, ið høvdu við sær fiska - og skeljadeyða vegna dálking. Tað verður tosað um ovbit í hagapørtum, har seyðatalið er ov høgt til haga og lendi. Hagin ber ikki stóra talið. Harafturat kemur CO2 útlátið, ið hevur við sær veðurlagsbroytingar og sokallaðu “globalu upphitingina”, ið sambært teimum kønu er menniskjaskapt. Náttúran er viðkvom, og um vit gera okkum inn á hana við óavmarkaðum vøkstri og peningaligum avkasti í huga, svarar hon aftur. Sagt við orðunum hjá Paulusi ápostli: ”Tí at vit vita, at allur skapningurin stynjar tilsaman og hevur føðingarverkir tilsaman líka til nú”.
Søgan er góð og beinrakin um prestin, ið kom framvið, har ein maður var til verka í urtagarði sínum. Presturin helt fyri við mannin: ”Tað er stuttligt at síggja henda vakra urtagarðin, ið Gud hevur skapt til tín”. Tá læt í manninum: ”Ja, tú sigur satt prestur, men, tú skuldi sæð, hvussu her sá út, tá Gud var einsamallur um hann”.
Vit hava fingið tað lutverk frá skaparanum at vera hjálpar – og samstarvsfólk. Vit eru urtagarðsfólk í Guds stóra urtagarði, í urtagarði skapanarverksins og hava harvið ábyrgd yvir fyri Gudi skaparanum, øllum, ið livir og rørist, og komandi ættarliðum, so at her gerst búgvandi og liviligt bæði hjá menniskjum, plantum, djórum og fiski við frískari jørð, reinum havi og reinari luft.
Kirkjunnar lutur er í samljóði við skapanartrúgv og skapanargudfrøði at varpa ljós á náttúru, umhvørvi og orkukeldur, ið ikki mega torna upp og ganga til grundar vegna ovurnýtslu menniskjans, og at eggja til skynsemi og hóvsemi í nýtsluni av náttúruríkidøminum. Kirkjunnar lutur er at ganga undan við orkusparandi átøkum og at stuðla øllum, ið verjir og fremur Guds góða og vakra skapanarverk, so satt sum Kristus er deyður og risin upp fyri skapanarverkið og alheimin við. Guds ætlan er, at skapanarverkið við allari fylling síni, flora og fauna, blómum og djórum, skal fáa lut í dýrd hansara og harvið stóru sabbatshvíldini, ið upprennur við søgunnar enda, tá skaparin og endurloysarin tekur sær endaligan heimstað og bústað hjá skapningum sínum.
Eins og náttúran hugtekur eitt og hvørt menniskja, hevur Jesus sýnt náttúruni ans. Sinni hjá einum og hvørjum menniskja verður løtt av náttúruni og av øllum tí, ið vit har varnast við sansum okkara. Hetta hendir uttan at vit vita av tí. Brennið til ljósið í sinninum er alt tað holdsliga, ið vit varnast við sansum okkara. Skapanarverkið hevur so stóran týdning fyri okkum, at vit taka tað inn um dyrnar. Í Glyvra kirkju eru bæði blómur á altarinum og flúgvandi fuglar, albatrossar úr glasi, í nýggjara partinum av kirkjuni.
Jesus gleddist um skapanarverkið og í boðan síni gjørdi hann brúk av myndum haðani: ”Hyggið at himmalsins fuglum…Gevið tykkum far um liljurnar á markini”.
Fuglurin og liljan eru Guds góða og vakra skapan, ja, ríka gáva hansara. Tey eiga at fáa okkum menniskju at undrast og í virðing og eyðmýkt at umsita skapanarverkið á rættan hátt, og at verja og vara um alt tað, ið skapt er. Hetta er einfaldi boðskapurin á hesum skapanarsunnudegi.
Latum okkum so at enda taka undur við Frans úr Assisi, tá hann syngur í alkenda ”Sólsangi” sínum:
Lovaður veri tú, drottur, við øllum skapningum tínum,
serliga harra bróður sól,
ið skapar dag, og okkum tú lýsir við honum,
og vakur hann er og skínandi við miklum ljóma,
um teg, tú hægsti, hann okkum er mynd.
Lovaður veri tú, drottur, fyri systur mána og stjørnur,
á himni tú tær hevur skapað, klárar og dýrar og fagrar.
Lovaður veri tú, drottur, fyri bróður vind,
og fyri luft og skýggj og gott veður og alskyns veður,
við teimum tú heldur uppi øllum skapningum tínum.
Lovaður veri tú, drottur, fyri systur vatn,
ið er sera nyttsom og eyðmjúk og dýrabær og skær.
Lovaður veri tú, drottur, fyri bróður eld,
við honum tú lýsir á nátt,
og vakur hann er, og vænur og máttmikil og sterkur.
Lovaður veri tú, drottur, fyri systur okkara, móður jørð,
ið okkum heldur uppi og okkum ber
og gevur av sær alskyns fruktir og marglittar blómur og grøs.
Lovið og prísið drotti og takkið honum,
og tænið honum í stórari eyðmýkt!
Amen.