Skriva út

1. sunnudagur eftir trettanda

Prædika til 1. sunnudag eftir trettanda - seinna tekstarøð

Tekstir: Ef. 6,1-4 og Mark. 10,13-16.
Seinna tekstarøð.

Treytaleyst álit.

Í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans. Amen.

Prædikuteksturin í dag verður lisin hvørja ferð eitt barn verður borið til hin heilaga dóp, so at mong okkara duga henda tekstin næstan uttanat.

Hóast einki beinleiðis verður nevnt um dóp, hevur kirkjan tó frá fyrndartíð skilt henda tekstin sum ein dópstekst.

Grundin til at Jesus tekur fram hitt lítla barnið man vera tað lyndi, sum liggur í lítla barninum, sum eisini kemur fram í eini søgu, sum eg havi funnið. Søgan sigur frá einum presti, sum arbeiddi júst við hesum tekstinum. Hetta var ein leygardag og hann fyrireikaði prædikuna til dagin eftir, tá lítli fimm ára gamli abbasonur hansara varliga lat skrivstovudyrnar upp og spurdi:"Abbi, vilt tú hjálpa mær?" "Nei," svaraði abbin heldur strangliga, "eg havi ikki tíð. Eg skrivi. Tú mást koma seinni!" Drongurin gavst ikki so, men helt fram:"Kann eg sleppa at sita í stólinum her meðan eg bíði? Eg skal vera stillur." "Nei, tí eg arbeiði. Eg má fáa frið. Tú mást ikki órógva meg!" Harmur í huga fór tann lítli drongurin spakuliga á smáu fótum sínum útaftur. Hjá abbanum var eingin hjálp at heinta.
Presturin arbeiddi víðari. Men hann var vorðin órógvaður í sinni sínum og segði við seg sjálvan:"Her situr tú og skrivar eina prædiku um barnið og at vera sum børnini, og so steingir tú sjálvur barnið úti og rekur tað frá tær, tá tað hevur brúk fyri tínari hjálp!" Og hann kom at hugsa um gamla læraran, sum smurdi ein lítlan skúladrong av, tí at hann ikki so frægt sum dugdi tað stutta skriftorðið: Gud er kærleiki. (1. Jóh. 4,16).

Soleiðis kunnu vit sjálvi standa í vegin, hóast læran er í lagi, men lívið ikki samsvarar við læruna, og vit verða øðrum til meinboga.

Presturin lat pappír og bøkur liggja. Reistist og fór uttar í stovuna til lítla abbasonin, sum sat og kúrdi í einum stóli. "Orsaka meg, barn mítt, eg vil fegin hjálpa tær. Eg havi tíð."

Og har í stovuni hjá abbasoninum fekk hann eina prædiku, sum pappír og bøkur ikki kundu geva honum, tá smádrongurin so troystargóður kreyp upp í fangi á abbanum og segði honum frá sínum trupulleikum og hjálparloysi.

Tað, sum eyðkendi lítla drongin var, at hann ikki sjálvur megnaði at loysa uppgávuna, og at hann hevði eitt markleyst álit á, at abbin var førur fyri at hjálpa.

Jesus kom til tess at hjálpa teimum hjálparleysu. Tí sigur Jesus, at vit skulu venda um og verða eins og børnini, og vit mega ikki forða teimum í at koma til hansara.

Dópurin er inngangurin til hitt kristna kirkjuliðið, sum eisini kemur fram í boðum Jesu um at gera øll fólkasløgini til lærusveinar hansara við at doypa tey og læra tey. (Matt. 28,19-20). Her verður talað um dóp - hvørki vaksnamannadóp ella barnadóp.

Sjálvandi var vaksnamannadópur tað mest vanliga, tá kirkjan byrjaði virksemi sítt. Sjálvandi mátti eitt kirkjulið av vaksnum vera, áðrenn børnini kundu verða doypt, eins og tað fyrst mega vera ein faðir og ein móðir, áðrenn nakað barn kann spyrjast burturúr.

Men vit hava álítandi vitnisburðir um, at børnini í teimum fyrstu kristnu kirkjuliðunum vórðu doypt sum smá. Dømi eru í hini Heilagu Skrift um, at húsfaðirin varð doyptur og alt hús hansara. Neyvan hava øll verið barnleys.

Men avgerandi fyri okkum kristnu er sjálvsagt, hvat Jesus sjálvur helt um børnini og viðurskifti teirra í sambandi við Guds ríki. Og tað er júst tað, sum kemur so týðiliga fram í tekstinum í dag um møðurnar, sum bóru smáu børn síni til Jesus.

Lærusveinarnir vildu reka tey burtur, óivað tí at teir hildu, at Jesus hevði annað at gera enn at fáast við smábørn, sum kortini ikki skiltu, hvat Guds ríki var fyri nakað. Tá er tað at Jesus verður illur og sigur:"Latið smábørnini koma til mín; forðið teimum tað ikki, tí at Guds ríkið hoyrir slíkum til. Sanniliga sigi eg tykkum, tann, sum ikki tekur við Guds ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað." Og so vælsignaði hann tey.

Børnini skiltu neyvan, hvat tað var, Jesus segði um tey. Tey skiltu ikki hvat Guds ríkið var fyri nakað, og tey skiltu heldur ikki hvat tað var at verða vælsignaður. Men kortini vælsignaði Jesus tey, tí at tey hoyrdu Guds ríki til.

At vit skulu vera eins og børnini merkir sjálvandi ikki at vit skulu verða barnslig og í vanligum verðsligum viðurskiftum vera eins hjálparleys og smáu børnini, men at vit í Gudsviðurskiftum okkara ikki skulu halda, at vit kunnu koma við nøkrum av okkara egna, og at vit ikki í okkara sjálvbjargni verða so sjálvbjargin, at Gud verður okkum óneyðugur, so at vit gloyma at geva honum heiðurin. Heldur eiga vit í lítillæti at nýta tey evni, sum okkum eru givin, vitandi at uttan Gud eru vit einki.

Soleiðis er tað lítla barnið. Lítla barnið kann lítið og einki uttan foreldrini, ella tey, sum størri eru, og skammast heldur ikki við tað, men søkir sær neyðugu hjálpina hjá teimum.

Vit mega koma til Guds tómhent og fáa alt av náði - har eru vit øll javnsett og eingin er størri enn ein annar.

Tað vil tó ikki siga tað sama sum, at Jesus lovprísar dugnaloysi, tvørrandi sjálvsáliti í dagligum viðurskiftum, ella tankanum um at eg dugi ikki til nakað. Tí tað er jú oyðileggjandi fyri persónsmenskuna. Men hann vil koma hugmóðini til lívs, so at menniskju ikki í dugnaskapi og framgongd gloyma Gud, hann, sum býtir út gávur og evni - og enntá kanska í errinskapi og stórlæti gera onnur til einkis - og síðani hava nóg mikið í sær sjálvum.

Men hvat hevur hetta í grundini við barnadóp at gera? Her verður ikki talað um dóp! Og kortini hevur hetta við dópin at gera hóast talan ikki er um eina dópstænastu í sjálvum sær.

At bæði ápostlarnir og teir, sum annars skrivaðu Nýggja Testamenti hava hugsað um dópin, tá teir seinni søgdu frá hesi hending við Jesusi og smábørnunum, vilja mangir siga, at vit síggja í orðinum "at forða" - "forðið teimum tað ikki."

Tey elstu kirkjuliðini nýttu eins og vit hesa frásøgnina um Jesus og smábørnini í dópsritualinum. Og tá gekk tað fyri seg nakað soleiðis: Børnini vórðu borin til dópin eftir Jesu orðum:"Latið smábørnini koma til mín." Spurt varð um nakað var, sum forðaði hesum børnum í at verða doypt. Og so varð svarað, at einki var, sum forðaði teimum, tí at vár Harra Jesus Kristus hevði sjálvur sagt:"Forðið teimum tað ikki, tí at Guds ríki hoyrir slíkum til." Síðani vórðu børnini doypt, eins og vit doypa tey.

Men so kemur spurningurin um trúnna, tí dópur og trúgv hoyra saman. Men kann eitt lítið barn, sum ikki sjálvt kann svara spurningunum í dópsritualinum, trúgva? Tað kann hvørki hoyra orðini ella lata seg sannføra av teimum, eins og vit. Til hetta vilja summir siga, at eitt barn kann trúgva. Tí man tað eisini vera, at Jesus sigur, ikki at børnini skulu bíða til tey verða vaksin og skynsom, men heldur at tey vaksnu skulu venda um og verða eins og børnini.

Eitt barn kann trúgva, sjálvt um tað ikki kann hava eina gjøgnumhugsaða vaksnamannatrúgv. Í Hebrearabrævinum lesa vit, at "trúgv er sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja." (Hebr. 11, 1). Greitt er, at hetta slagi av trúgv eigur barnið ikki - tað kann koma seinni, ikki minst um barnið verður alt upp í hini kristnu trúnni.

Men trúgv er meira. Trúgv er eisini álit, sum Pætur ápostul sigur, "at lata seg frelsa." (Áps. 2,40). Eisini sigur Jesus, at "av smábarna og bróstabarna munni hevur tú lovsong tær lagað!" (Matt. 21,16). Eingin syngur av sonnum Gudi lovsong, uttan tann, ið trýr.

Trúgv er tí fyrst og fremst álit: at lata seg upp seg fyri Guds kærleika og góðsku og at taka ímóti uttan mótstøðu. Tí hevur Grundtvig rætt, tá hann sigur, at orðini hjá kirkjufaðirinum, Augustin, um at hjá tí nýfødda barninum finnur Heilagi Andin onga mótstøðu, er tað djúpasta, sum sagt er barnadópinum til viðmælis.

Tá móðirin leggur barnið inn at sær, er barnið fult av trúgv. Tað skilir ikki við vitinum, men tað letur seg upp fyri lívsins, fyri móður kærleika við treytaleysum tryggleika og áliti.

Eins og vit minnast smádrongin í innganginum, sum hevði treytaleyst álit á abba sínum, soleiðis trýr barnið á Gud.

Ja, vit kunnu siga, at bert eitt barn kann trúgva fult og heilt. Hjá okkum vaksnu er trúgvin altíð avmarkað av iva og sálarórógv.

Ongantíð hevur trúgv okkara verið meira treytaleys, enn tá vit vórðu børn. Tað eru tí ikki børnini, sum skulu verða eins og vit, men vit, sum skulu verða eins og børnini.

Harafturat má sigast, at væl er trúgvin persónlig, tó ikki meira persónlig enn so, enn at vit ongantíð eru okkum sjálvum nóg mikið, men sum kristi kirkjulið eiga vit at bera trúnna hvør hjá øðrum og styrkja hvør annan, eins og vit hoyra um menninar, sum komu berandi til Jesus við einum sjúkum. Vit hoyra einki um trúnna hjá hinum sjúka, men vegna trúnna hjá teimum, sum bóru hann, fyrigav Jesus honum syndir hansara og grøddi hann. (Matt. 9,1-8; Mark. 2,1-12; Luk. 5,17-26).

Hetta kann so eisini nýtast, um so er, sum aðrir vilja meina og tó góðtaka barnadópin, at eitt lítið barn ikki kann trúgva. Tí at vit mega halda, at tey, sum bera barnið til dópin, bera tað í trúgv. Og tað kemur eisini fram í faddurtaluni eftir dópin, at barnið skal verða alt upp í hini kristnu trúnni - hinum kristna barnalærdóminum.

Dópur, læra og trúgv hoyra saman. Raðfylgjan hevur minni at týða, tí at Guds er gerningurin í øllum førum.

Presturin fekk eyguni upplatin av nýggjum. Abbasonurin lærdi hann við atferð síni, at í viðurskiftum okkara við Gud verða vit ongantíð annað enn hjálparleys børn - har eru vit øll javnsett.

Æraður veri Faðirin og Sonurin og Heilagi Andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð, og um allar ævir. Amen.

Heilagi Faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu! Amen.

Sálmar: 331 - 356 // 138 - 357 - 385 - 359.