Skriva út

William Max Hansen

Eiði - William Max Hansen, klokkari
William Max Hansen
klokkari
Eiðis kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

William Max hevur verið klokkari í Eiðis kirkju í mong ár. Frá 2000 og fram til 2013 var hann fastur klokkari og síðan hevur hann verið avloysari. William Max er víkamaður, ættaður úr Haldórsvík, men giftur og búsitandi á Eiði í mong ár. Hann er føddur 10 august 1958. Seinastu árini hava hann og konan eisini verið búsitandi í Hoyvík. Dótturin er flutt inn í erva í húsunum á Eiði og tey hava innrættað sær eina íbúð í kjallaranum. William Max er føddur 10 august 1958.

-Bæði konan og eg hava gingið nógv í kirkju, síðan vit komu saman. Í Vík var tað soleiðis, at tað vóru somu fólkini sum dansaðu um náttina, sum gingu í kirkju sunnudagar. Í Vík vóru bara kirkjufólk, á Eiði er tað eitt sindur meira blandað, sigur William Max Hansen.

-Vit giftust í 1986, tá fluttu vit eisini í húsini. Eg var glaður og erpin, tá íð eg var spurdur, um eg kundi verða klokkari. Tað var ein gleði fyri meg, vit vóru tríggir klokkarar, sum skiftust.

-Kirkjan var umvæld um aldarskiftið, tá hildu vit til í missiónshúsinum og tá var ongin ringing. Men vit klokkarar vóru ikki arbeiðsleysir av hesi søk. Vit syrgdu fyri, at missiónshúsið var heitt og at ljósini vórðu tendraði, sigur hann.

-Eg havi siglt síðan eg var blaðungur. Eg fór á skiparaskúla í árunum 1976-77, styrimansskúla í 1981 og var liðugur sum skipsførari í 1984. Eg var leiðari á West Salmon í Kollafirði í árunum 1995-1997. Tað er tað einasta eg havi arbeitt í landi í lívinum, hesi trý árini.

-Seinastu 12 árini havi eg verið skipari á einum norskkum seismikkskipi, sum er virkið kring allan heim. Hetta førir við sær, at eg havi frí helvtina av árinum.

William Max er giftur við Karin av Eiði. Tey eiga tvey børn, gentu og drong. Tey eiga trý barnabørn og fjórða er ávegis.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”