Skriva út

Wilhelmina Larsen

Wilhelmina Larsen.jpg
Wilhelmina Larsen
organistur
Dals kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Wilhelmina hevur spælt í Dals kirkju í yvir 50 ár. Og hon spælir enn. Hon er úr Skálavík og giftist til Dals. Vit sita og práta og hon snakkar um mannin, sum fór higani í 2008 og um tey fimm børnini, tríggjar døtur og tveir synir og akkurát nú telur hon barnabørn og kemur uppá 14. Og oman á barnabørnini eru tvey langbarnabørn. Wilhelmina er fødd 31. oktober 1935.

-Eg og maðurin Hilmar úr Dali hittust í eini grind í Húsavík og tað byrjaði at renna saman millum okkum. Hilmar var sjómaður og sigldi alla sína tíð. Seinasta skipið hann sigldi við var nótabáturin Gøtunes. Og tá íð hann varð seldur, legðist hann uppi. Beiggi mín, Tróndur Tróndarsson var skipari á Gøtunes.

-Eg og beiggi mín Tróndur fóru sum ung á háskúla í tvey ár. Tá íð eg kom heim aftur vóru øll broytt. Eg kendi ongan longsul, meðan eg var burtur, men so knappliga vildi eg heim aftur. Og tá eg kom aftur til Skálavíkar vóru øll, sum eg var uppvaksin saman við flutt. Eg flutti til Dals í 1961. Dalur hevur altið kenst so heimlig fyri meg. Øll eru um teg og tú kennir teg ikki einsamalla, um maðurin er burtur. Vit fingu fimm børn rað á rað, sigur Wilhelmina Larsen.

-Eg lærdi at spæla í Skálavík. Lærarin Leivur á Trøð, sum var farbróður mín, legði mær lag á. Eg gekk hjá honum í fýra vetrar, og tá helt hann, at eg kundi byrja at spæla í kirkjuni.

-Lívið styttist í hvørjum. Men heilsan er góð, gongulagið er í lagi og enn spæli eg. Eg koyri ikki bil og stytti mær stundir við bókabinding, sum er áhugavert ítriv.

-Tað vóru ongin pengar í mínum uppvøkstri og so leingi man hevur nakað at berjast fyri, gevur lívið meining.

-Eitt havi eg lært í lívinum, tá eg veit, at eg havi rætt, tá tigi eg.

-Orgulspælið hevur givið heiður. Eg havi fingið fortjenstmedailju frá hennara hátygn Margretu Onnur drotning. Ommudótturin Maria innstillaði meg og síðan fekk eg bræv frá Ríkisumboðnum, um eg vildi hava medaljuna. Eg var fegin og fór til Danmarkar at takka Drotningini fyri medailjuna. Tað var drúgvt at sleppa at heilsa upp á hana 101 fólk vóru frammanundan mær hendan dagin, men eg fekk so heilsa upp á hana, sigur Wilhelmina Larsen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.