Walther Emil Thomasen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.
Upprunin hjá Walther í Streymnesi er eitt sindur øðrvísi enn hjá teimum flestu. Hann er av týskari ætt og langabbi hansara var við hovið hjá Wilhelm, keisara. Abbin rýmdi til London, har pápi hansara var føddur. Abbin hevði eitt leðurvirki. Pápin kom til Føroyar undir krígnum og mamma Walther, sum er ættað úr Kvívík og pápin komu saman og Walther spurdist burtur úr. Pápin fór aftur til Bretlands eftir kríggið og ikki fyrr enn mammam var deyð, fekk Walther samband við familjuna í Bretlandi.
-Eg eri eitt sindur samansettur. Mamma giftist til Skopunnar og har fekk eg fýra hálvsystkin. Sjálvur vaks eg upp í Syðradali á Streymoynni saman við fýra børnum, sum eg roknaði fyri míni systkin og var og ferðaðist hjá mammu í Skopun í ferium. Seinni fái eg at vita, at eg eigi fýra systkin í Bretlandi. Eg var væl móttikin í Syðradali og var forkelaður í allar ættir. Eg vaks upp á festinum sum Thorvald Lutzen festi, tá íð kann kom til Syðradals, nú hevur hann allan dalin.
-Eg mannaði meg upp, tá ið mamma var deyð og setti meg í samband við familjuna í Bretlandi fyri at kenna meg meira heilan. Tað var ógvuliga rørandi og í dag havi eg samband við alla familjuna og onkur hevur verið í Føroyum og vitja.
-Kona mín Marjun er úr Streymnesi. Vit eiga fimm børn, fyrst trý og síðan tvillingar sum eftirnølarar.Tað er vorðið til 12 barnabørn og tvey langbarnabørn. Elsti abbasonurin er javngamal við tvillingarnar hjá okkum.
-Eg fór fyrst á skipasmiðjuna í Havn í læru, síðan fór eg til skips. Og tá ið eg hevði siglingstíðina fór eg á skúla og fór sum heilt ungur at føra skip, eg var mitt í tjúgunum, tá eg gjørdist skipari á línu og garnabátinum Tummas T. Eg var skipari í nøkur ár og fór síðan at arbeiða á Beta í Fuglafirði og var har í 14 ár. Síðan havi eg staðið fyri asfaltinum hjá landinum og eri í hesum starvi enn.
-Konan er uppvaksin í Nólsoy og vit búði í Nólsoy frá 1972-1982. Tað var ein góð tíð og vit vóru væl móttikin. Tað var gott samanhald í Nólsoy millum fólki. Mamma konuna giftist til Streymnesar og tað var helst orsøkin til, at vit fluttu.
-Eg varð biðin til klokkara í Hvalvík og hjá mær var einki ivamál, eg eri kirkjufólk.
(Samrøðan var gjørd á sumri 2016 og tíðliga í januar 2020 var Walther fyri syndarligari arbeiðsvanlukku í grótbrotinum á Hústoft í Lamba, har hann andaðist 73 ára gamal.)
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.