Vónbjørt á Hólum
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Vónbjørt er ein av trimum systrum úr Nólsoy, sum allar eru giftar til Sandvíkar, og tað merkir, at tað er ein heil koloni av nólsoyingum í lítlu bygdini, og tað merkist í bygdarlívinum. Vónbjørt er eisini deknur í kirkjuni, og er fødd 10. november 1954.
-Eg eri úr Nólsoy, og eg var tann seinasta av systrunum, sum kom til Sandvíkar at búgva. Vit eru sjey systrar, ein býr í Nólsoy, ein í Porkeri og ein í Klaksvík. Vit ganga inn til hvørja aðra her suðuri, men ikki hvønn dag. Vit hava samanhald. Mamma livir enn, hon býr í Nólsoy, pápi doyði í fjør. Vit eru nógv í Nólsoy, sigur Vónbjørt á Hólum.
-Eg eigi eisini tríggjar synir, teir búgva niðri. Eg kom til Sandvíkar í 1992. Tá hevði eg búð 23 ár í Danmark. Eg giftist við Richardi á Hólum í Sandvík. Eg var glað fyri at vera flutt heim. Mann dugir betur at síggja, hvussu deiligar Føroyar eru, tá ið ein hevur búð uttanlands.
-Niclas Sigurheim var einsamallur deknur í Sandvík, og eg var biðin um at hjálpa honum. Mær dámar væl at lesa. Tað liggur eitt sindur í blóðinum. Mamma er úr Skúvoy, og abbi mín har var deknur.
Vónbjørt arbeiðir á Sambýlinum í Hvalba. Áðrenn starvaðist hon í Heimarøktini. Hon eigur fimm ommubørn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.