Vivi Hammer
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Vivi Hammer er av gamlari kirkjutænaraætt. Abbi hennara í Kollafirði hevur verið í kirkjunari tænastu í samfull 37 ár. Hann er nú 93 ára gamal og vit eru stødd inni í stovuni hjá honum. Vivi er deknur og tað hevur hon verið síðan apríl í 2014. Hon byrjaði í føstu og er nú fastur deknur. Vivi er fødd 10. januar 1971.
-Eg havi arvað lestrarbøkurnar frá abba mínum Hans Frederik ella Hassa, sum hann vanliga verður róptur. Tær eru slitnar. Pápi mín og abbi mín í Kvívík vóru eisini kirkjutænarar. Annar klokkari og hin deknur. Mær dámar væl at vera deknur og arbeiðið krevur, at eg lesi væl uppá. Abbi mín bað meg lesa allar lestrarnar til dagin og síðan velja tann, sum segði mær mest, og tað havi eg gjørt, sigur Vivi Hammer.
-Tá ið eg varð spurd, hugsaði eg um tað ikki var onkur annar, sum var betri egnað. Og síðan vendi eg tí við og hugsaði, at man kann ikki altíð siga nei, tí verður ongin kirkja. Eg segði ja, tí mær dámar sjálv væl at lurta eftir lestri, sigur hon.
-Maðurin hjá mær er sjómaður og tá ið hann er heima, eru vit øll í kirkju. Eg siti altíð á loftinum, tá ið eg eri í kirkju. Eg eri so harðmælt, og dámi best at sita tætt við orgulið. Mær dámar ikki at syngja beint í nakkan á fólki og í dag eri eg ósjónlig uppi á loftinum, tá íð eg eri vanliga í kirkju. Og tá ið eg lesi, eru øll eygu vend móti mær.
-Eg havi ætlanir um at halda fram við at vera deknur, soleingi tað gevur meining fyri meg.
Vivi arbeiðir aðruhvørja viku á Bakkafrost í Kollafirði. Hon er kokkur og ger døgurða, tá íð arbeiðsfólkini hava langar dagar og annars fáa starvsfólkini smyrjibreyð vanligar dagar. Hon hevur 40 svangar munnar at metta á Bakkafrost.
Vivi er gift við Jóhannes Hansen og tey eiga trý børn, tveir dreingir og eina dóttir, sum er eftirnølari. Hjúnini eru farin um silvurbrúdleypsaldurin. (Samrøðan er gjørd í september 2015.)
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.