Skriva út

Tove Nielsen

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tove er skipanesari og tað merkir, at hon er av Skipanesi. Hon er fødd 13. januar 1968. Og hon er ættað røttumegin ánna, fyri at vera í Runavíkar kommunu. Hon er av Skipanesi og tey sum búgva norðanfyri ánna kallast tey Undir Gøtueiði og tey hoyra til Gøtu og harvið eisni Eysturkommunu.

-Vit spældu nógv saman sum børn tvørtur um ánna og hesin leikur gekk fyri seg í sátt og semju og onkuntíð klandraðust vit eisini. Tá eg hugsi um tað sum vaksin, so var tað ikki rætt, at børnini blivu býtt sundur. Tey undir Gøtueiði gingu í skúla í Gøtu og vit gingu í skúla í Søldarfirði. Sjálvandi skuldu børnini gingið í sama skúla og eg skal ikki taka støðu til hvar.

-Eg eri komin í bønhúsið í Søldarfirði alt mítt lív. Og tað byrjaði sum lítil, tá eg fór í sunnudagsskúla. Eitt skiftið havi eg verið deknur. Karl sum tá stóð fyri bønhúsinum ringdi til mín og spurdi, um eg vildi vera deknur.

-Eg haldi, at vit eiga at halda fast um bønhúsið. Ì Søldarfirði eru fleiri innan brøðrasamkomuna enn tað eru kirkjufólk og bønhúsið sjóvar kirkjufólkið saman.

-Eg læs í eitt ár og hevði eisini sunnudagsskúlan og tað gjørdist ov nógv, og tí gavst eg sum deknur. Nú er ongin sunnudagsskúli og vónandi verður hann upp aftur tikin, sigur Tove, sum er útbúgvin námsfrøðingur og dagliga starvast í forskúlanum á Glyvrum.

-Maður mín, Dávur Nielsen, er úr Trongisvági. Eg kundi velja í millum at búgva í Suðuroy ella á Skipanesi og eg ivaðist yvirhøvur ikki. Vit hava fingið tríggjar dreingir og eina ommudóttir. (Samrøðan er gjørt í september 2015).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.