Skriva út

Tove Kruse Samuelsen

Eiði - Tove Kruse Samuelsen, deknur
Tove Kruse Samuelsen
deknur
Eiðis kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað var ein sannur elddópur, tá íð Tove fyrst í desember í 2018 gjørdist deknur í Eiðis kirkju. Tí nógv var at gera í kirkjuni, tvær jarðarferðir, umframt alt annað, sum hevði við jólini at gera, og Tove var einsamallur deknur akkurát tá. Tove er fødd 22 september 1981.

-Eg skuldi alment byrja 1. Mars 2019, men Sólrun Kruse fór at ferðast, so mátti eg avloysa. Á Eiði ganga fólk nógv í kirkju á jólum, so har var nokk at gera.

-Tað kom eitt sindur óvart á meg, at eg varð spurd, sum eg vildi taka við sum deknur. Eg hevði ikki gingið tað nógv í kirkju. Sólrun Kruse spurdi meg og eg vildi umhugsa støðuna. Hetta var í september og í oktober hitti er prestin, Emil Olsen og hann ynskti mær tillukku við deknastarvinum og so mátti eg siga ja, sigur Tove Kruse Samuelsen.

-Eg hugsaði, at hetta kundi ikki vera tað ringasta at siga ja til. Men í veruleikanum var tað eitt sindur torført í fyrstuni. Deknurin hevur nógv at takast við í kirkjuni og serliga, tá íð presturin ikki er har. Hann hevur eisini aðrar kirkjur at røkja. Virkna tíðin í desember gjørdi meg eitt sindur róligari. Eg lesi allar lestrarnar til dagin og bestemmi meg til ein. Og síðan lesi eg hendan einar fýra ferðir í gjøgnum, áðrenn eg kenni meg tryggan at fara í kirkjuna. Eg eri ikki deknur alla tíðina, eg skiftist við aðrar, sigur hon.

Tove er gift við Karl Erik Samuelsen úr Vík. Tey búgva á Eiði og eiga tveir dreingir. Tove hevur i fleiriár starvast hjá sertannlæknanum Bergtóru Hanusardóttir í Havn sum assistentur. Síðan hevur hon verið í barnagarðinum á Eiði og eisini á tannlæknastovuni á Eiði og nú er hon í starvi sum stuðul í skúlanum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”