Tórhallur Olsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Hvalvíkingurin Tórhallur Olsen hevur verið deknur í Hvalvíkar kirkju í fleiri ár .Hann er føddur 1. juli í 1968 og býr í Hvalvík.
-Vit vóru altíð í kirkju sum børn. Mamma var formaður í kirkjuráðnum og var virkin í kirkjuni. Vit búðu tætt við kirkjuna og tað hevur ávirkað okkum. Eg varð biðin til dekn í 1998. Eg haldi at mamma hevði ein fingur við í spælinum og at hon ordnaði hetta. Eg var deknur tey næstu átta árini.
-Eg helt, at tað var stuttligt at vera deknur og stuttligt at lesa. Man skuldi fyrireika seg, lesa uppá og eg læs altíð lesturin í gjøgnum nakrar ferðir sunnumorgun, áðrenn eg fór í kirkju. Gudstænastan var altíð á middegi og beiggjarnir sótu við urguna.
-Mamma og pápi spældu bæði orgul og vit fýra beiggjarnir lærdu eisini at spæla orgul. Tað var bara systir mín í húsinum, sum ikki spældi.
-Tað var eitt sindur aftur og fram, tá vit skuldu gera av, hvar vit skuldu búgva. Konan Jonna er úr Kunoy. Vit snakkaðu aftur og fram um tað skuldi vera í Havn ella í Hvalvík og heimbygdin vann. Vit hava fingið tvær gentir, Sonja og Jórun.
-Tíðin strekkir ikki. Eg eigi nakað av jørð, havi seyð og eigi bát og neyst. Her er ring fiskileið, tó er tað stuttligt at seta okkurt reyðsprøkugarn og onkuntíð fáa vit at kóka, sigur hann.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.