Tóki Hjelm Bjarkhamar
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
At vera kirkjusangari í Danmark, er eitt lønt arbeiði og teirra uppgáva er at stuðla organistinum og eisini at syngja solo. Tóki Hjelm Bjarkhamar eru ættaður úr Vági og hevur verið kirkjusangari í føroyska kirkjuliðnum í Keypmannahavn í nøkur ár. Hann er føddur 9 mars 1980.
-Eg var vikarur nakrar ferðir í Samuelskirkjuni og flutti við yvir í Hans Egede kirkjuna. Tað var soleiðis, at Benjamin Gaasedag var kirkjusangari og eg avloysti hann. Tá ið Benjamin flutti til Føroyar gjørdist eg fastur kirkjusangari og tað eri eg enn, sigur Tóki Hjelm Bjarkhamar.
-Eg havi búð í Danmark síðan 2006. Eg fór í læru hjá stóra pensiónsfelagnum PFA og eri har enn. Eg arbeiði serliga við firmapensiónum.
-Vit vera nokk danskarar ella vit vita ikki, um vit flyta heim aftur, tað vil tíðin vísa. Elsta dóttir okkara hevur autismu og hon hevur tað gott í Danmark.
-Fyri meg hevur felagsskapurin í kirkjuni stóran týdning. Tað er eisini gott fyri okkum, at vit syngja á føroyskum og tað hevur eisini stóran týdning, at gudstænastan er á føroyskum.
Tóki býr á Amager saman við Rannvu Mortensen, tey eiga tvær døtur, Evu og Lóu. Eva er í skrivandi løtu í 2019 átta ár og Lóa er fýra ára gomul.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”