Thurid Olsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Thurid er miðvingur og er lærari. Hon hevur eisini verið organistur í Miðvágs kirkju. Og hon býr í Sandavági, har hon er gift og har hon onkuntið hevur avloyst sum deknur, tá ið Heini Petersen var einsamallur deknur. Thurid er fødd tann 27. maj 1956.
-Eg var liðug sum lærari í 1979 og byrjaði sum organistur í Miðvági í 1980, eg spældi í kirkjuni fram til 1995 ella í 15 ár. Tá vóru ikki skipaði viðurskifti sum í dag. Vit vóru biðin til hvørja gudstænastu.
-Orgul kom í húsið hjá ommu, tað var fastir mín, sum átti tað. Tá ið eg var tíggju ára gomul, fór eg at læra at spæla orgul hjá Rógva Egilstoft, sum var lærari her og eisini avloysari sum organistur. Eg lærdi nótar eftir koralbókini og lærdi at spæla fýrastemmað, sigur Thurid Olsen.
-Eg var altíð so nervøs fyri at spæla og um eg nú hevði fyrireikað meg nóg væl. Tá ið eg var liðug sum lærari, spældi eg eisini morgunsang í okkara skúla á Giljanesi. Eg undirvísti eisini privat heima í áttatiárunum í farnu øld.
-Tað eina árið í Miðvágs kirkju var eg einsamøll við urguna, tað var strævið. Eg hevði nógv um oyrini hesa tíðina og tað endaði við, at eg valdi orgulspælið frá. Eg sat í bygdaráðnum í Sandavági og tað fór við nógvari tíð, samstundis var eg lærari fulla tíð og tað fer nógv tíð við at halda orgulspælið. Eg orkaði ikki meira.
Thurid er gift við Jógvan Olsen úr Sandavági. Hon misti mammuna, tá íð lítlasysturin einans var fimm ára gomul, tað eru 20 ár millum systrarnar og kom í móður stað hjá systrini. Systurin og maðurin eiga trý børn, sum rokna Thurid og Jógvan sum ommu og abba. Og saman eiga tey ein son og hann hevur eisini givið teimum trý barnabørn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.