Terji Davidsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Terji Davidsen er uppvaksin á Skála, men hann hevur búð í Kollafirði í mong harrans ár. Hann kennir teir flestu gómarnar í Kollafirði, tí hann hevur verið tannlækni í bygdini í 25 ár. Hann er føddur 8. juni í 1950.
-Eg fór til Havnar á student og har møtti eg Elsu, sum var úr Kollafirði og síðan bleiv tað Kollafjørður, men áðrenn vóru tað lestrarárini í Keypmannahavn og her royndi eg meg sum dekn í fleiri ár. Eg kom í føroyska Sankta Ólavs kirkjuliðið. Her var Petur Andrew Petersen prestur og eg var biðin til dekn. Eg var deknur í Keypmannahavn í 3-4 ár. Hetta var meðan eg læst til tannlækna, sigur Terji Davidsen.
-Vit fluttu heim aftur í 1980 og eg fór at arbeiða sum tannlækni í Kollafirði. Tá hendi tað, at tveir kirkjuráðslimir komu og heittu á meg um at gerast deknur. Eg tók av. Mær dámdi væl at vera kirkjutænari, tað er eitt positivt arbeiði. Eg haldi, at tað er fantastiskt, at vit hava deknagudstænastu í Føroyum. Hetta er snilt og eg seti eina æru í at gera hetta arbeiðið.
-Eg havi eisini sitið tvær setur í kirkjuráðnum. Hetta hendi í árunum frá 1982 og fram til 1990. At sita í kirkjuráðnum er eitt heilt annað arbeiði enn at vera kirkjutænari. Her skulu mál viðgerast og her skulu avgerðir takast. Eg var heppin í míni tíð í kirkjuráðnum, tí hetta var eitt sera vælarbeiðandi ráð.
-Eg var deknur í Kollafjarðar kirkju frá 1981 og fram til 1996 ella í 15 ár. Og eg avloysi framvegis, um boð eru eftir mær, sigur hann.
Davidsen familjan á Skála er kend fyri missión og andaligheit.
-Pápi mín Michal, er føddur í Kollafirði og giftist á Skála við mammu míni Jenny. Heimið hjá okkum var eitt savningarstað fyri fólki frá øllum samkomum. Foreldur míni vóru tvørkirkjulig, uttan at vera tvær, sigur hann skemtandi.
Terji hevurí mong ár verið vikarierandi tannlækni ymsastaðni í Grønlandi. Hann hevur verið har nakrar mánaðir um árið. Støðan hjá tonnunum hjá grønlendingum er ikki so góð sum í Føroyum, langt frá tí. Terji og Elsa hava adoptera tvey børn úr India, eina gentu og ein drong. (Samrøðan er gjørd í september 2015).
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.