Terji Dalsgaard
Eftir Jústinus Leivssson Eidesgaard
Hvønn tann einasta morgun seinastu sjey árini er dagurin hjá Terja Dalsgaard byrjaður við orgulið. Sum 50 ára gamal setti hann sær fyri at læra at spæla upp á orgul, og nú er hann komin á lagið. Terji er skálvíkingur, giftur og búsitandi á Sandi. Hann er føddur 8. januar 1959.
-Eg havi avloyst í Skálavíkar kirkju og í Sands kirkju og tað eru sjey ár síðan, at eg byrjaði at spæla orgul. Eg havi annars fingist við tónleik alt lívið, tá hevur tað verið á guitar.
-Eg havi gingið til orgulundirvísing og lært meg sjálvan. Nú spæli eg eftir nótum. Eg haldi, at hetta er eitt kall. Tað hevur fallið mær lætt, tí eg havi kent tað sum eina plikt og plikt, tí tað eru so fáa sum spæla orgul her á okkara leiðum. Og kirkjusangararnir á loftinum stuðla væl undir spælinum, teir eri eg takksamur fyri., sigur Terji Dalsgaard.
-Eg byrjaði ikki orgulspælið fyrr enn eg var farin av 50 og tað man vera eindømi í Føroyum.
-Eg kom til Sands úr Skálavík sum 25 ára gamal. Kona mín Guðrun Hentze Dalsgaard er av Sandi. Nú havi eg búð her í 33 ár. Vit eiga eina dóttur, hon er ættleidd úr India og hon er fyrsta sandoyingurin, sum er ættleiddur.
Terji Dalsgaard er roknskaparmaður og hevur egið virkið. Eisini rekur hann Sandoyarportalin, har hann leggur út átta greinar dagliga.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.