Teodor Hansen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Teodor Hansen tók prógv sum lærari í 1958. Fyrsta plássið, hann fekk starv, var í Húsavík. Og skjótt vóru boð eftir honum uttanfyri skúlan. Hann gjørdist deknur og onkuntíð spældi hann orgul eisini, men tað var einans við tveimum fingrum. Teodor sigur, at konan var kringari við urguni. Eg hitti hann í heiminum í Føgrulíð í Havn, har hann býr í kjallaranum í húsinum. Ein sonur býr í ovaru hæddini. Teodor er føddur 20. juli 1935.
-Eg var í fimm ár lærari í Húsavík og kendi einki til bygdina áðrenn. Hetta var ein landbúnaðarbygd og brúk var fyri børnunum. Tey gingu í skúla til 15. juli, so fingu tey frí at hoyggja. Eg var rættuliga væl móttikið í Húsavík, eg hevði ikki verið har áðrenn, sigur Teodor Hansen.
-Magnus Magnussen hevði havt kirkjuna. Hann hevði eisini verið lærari í eitt mannaminni. Synirnir hjá Magnusi skiftust við meg um at vera deknar.
-Eg hevði tað einki serligt við at spæla orgul. Dugdi ikki at spæla fýrstemt. Tað vóru eitt sindur av sveittadropum, tá íð eg skuldi standa fyri kirkjusanginum. Men konan var dugnalig, so tað var hon fyri tað mesta, sum stóð fyri orgulspælinum. Vit hittist á læraraskúlanum. Hon kallaðist Ingerð og vær ættað úr Sandavági. Í 1959 giftust vit. Inger kom við til Húsavíkar og hon var vikar. Sonurin Hans Petur er føddur í Húsavík.
-Ta fyrstu tíðina búði við í Skumpitoft, áðrenn íbúðin í lærarahúsunum var klár. Ingigerð doyði í 1993 av krabbamein. Eg sat í tvey ár á Ríkissjúkrahúsinum hjá henni. Tað var ein tung tíð.
-Eg kom í kirkjuráðið og fremsta málið var at seta kirkjuna í stand. Hon fylti 100 ár í 1963. Vit lósu eru Dahls lestrarbók. Vit sungu eisini úr donsku sálmabókini og úr tí føroysku. Vanligt var, at altarljósini bara brendu, tá prestur var, eg fekk innført, at tey eisini vóru tendraði undir deknagudstænastuni.
-Lívið gongur víðari og eg eri ikki einsamallur í dag. Eg komi saman við Emmu Hansen og hana hitti eg fyrstu ferð, meðan konan var á sjúkrahúsinum. Seinni eru vit so komin saman. Hon býr í Haldórsvík og vit síggjast av og á, sigur hann.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.