Skriva út

Sverri Køtlum

Sverri Køtlum.jpg
Sverri Køtlum
deknur
Viðareiðis kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sverri Køtlum flutti til Viðareiðis sum ungur maður. Hann er føddur og uppvaksin í Funningi, men giftur til Viðareiðis. Sverri er ein partur av bygdasamfelagnum á Viðareiði og hann er eisini deknur í kirkjuni, tá íð boð eru eftir honum. Sverri er føddur 12 juni í 1943.

-Konan hjá mær, Laura Sørensen, er av Viðareiði. Vit møttust í Havn. Eg sigldi sum maskinmaður og hon arbeiddi í handli i Havn. Hon arbeiddi í matvøruhandlinum hjá Jákup Lutzen á Áarvegnum í Havn. Vit giftust 15 mai í 1965, sigur Sverri Køtlum.

-Fyri meg var tað gott at flyta til Viðareiðis. Eg var uppvaksin í Funningi og tað var ikki so stórt skiftið at gerast bygdarmaður aftur. Eg var burtur ein stóran part av árinum. Sigldi við fiskiskipum og var í maskinuni. Mær dámar betri at fiska enn at sigla í handilsflotanum og maskinmeistarastarvið gjørdist mítt lívsstarv, sigur hann.

-Og tað má okkurt gott hava verið við at flóta, tí eg havi verið ringur av sjóverki, sum hevur plágað meg alt lívið, sigur hann.

-Eg havi verið deknur av og á, eg havi avloyst Elsebeth Viðoy. Tað fellur mær rætt, eg eri uppvaksin í kirkjuni og í henni hoyri eg heima.

Sverri og Laura eiga fýra børn og níggju barnabørn. Sum so at siga allir viðoyingar fæst Sverri við seyð og tað er hugaligt ítrív fyri hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”