Skriva út

Svend Petersen

Svend Petersen, organistur.jpg
Svend Petersen
organistur
Fuglafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað eru mong ár síðan við hittust fyrsti ferð. Stranda skúli var spildur nýggjur, Svend Petersen var nýútbúgvin lærari og eg var 12 ára gamal. Nú hittast vit aftur. Eitt heilt lív er farið framvið. Svend er pensioneraður og sjálvur eri eg vorðin vangagráur og byrjaður upp á seinasta áratíggju í virknum arbeiðslívi. Og hann er broyttur og er mildari á at líta í mínum vaksnu eygum. Hann býr í Norðagøtu saman við donsku konuni Karen. Tey hava livað eitt langt lív saman og børn teirra eru vaksin og nýggir spírar eru á familjutrænum.  Alt byrjaði tann 6 november 1943, meðan heimurin stóð í loga.

-Pápi arbeiddi hjá Fiskasøluni í Havn sum bókhaldari. Hann fekk starv í Fuglafirði hjá familjufyritøkuni hjá okkum og soleiðis gjørdist eg fuglfirðingur. Pápi var ein habilur fiólleikari og hann leikti eisini cello. Vit høvdu eitt traðkiorgul í stovuni og har lærdi eg meg. Pápi spældi ofta við., hann á cello og eg á urgu.  Pápi gjørdist organistur í kirkjuni og sum 12 ára gamal minnist eg, at eg spældi høgru hond á orglinum, meðan pápi spældi restina. Tá vóru ongi rættulig orgul í Føroyum og slett ikki somu møguleikar sum nú.

-Eg var lærari á Strondum og síðan fekk eg starv í Fuglafjarðar skúla. Tá ið eg kom til Fuglafjarðar í 1980 vóru Jákup Pauli Joensen og Heðin Kambsdal organistar. Eg fór eisini at spæla í kirkjuni. Fýra ár seinni byrjaði sonur mín Helgi at spæla í kirkjuni. Hann var tá 12 ára gamal og gjørdist organistur fast sum 13 ára gamal. Seinni valdi hann sær eina starvsleið sum organistur í Danmark.

-Mær hevur dámt væl at vera organistur. Tá ið sonurin Helgi fór niður, avloysti eg hann. Eg tók ofta gerandisgudstænastur og organisturin Max Højgaard tók sunnudagsgudstænasturnar. Í dag eri eg avloysari í Fuglafjarðar kirkju.

-Sum ungur lærari ivaðist eg um eg hevði valt rætt, men sum eldri var ivin burtur. Eg var sum sagt 10 ár lærari á Strondum, áðrenn eg gjørdist lærari í Fuglafirði og har var eg í næstan 30 ár. Orsøkin til at vit búgva í Gøtu er, at onki grundstykki var í Fuglafirði, tá ið vit skuldu byggja ella har var langur bíðilisti. Og í Gøtu vóru ovmikið av bíligum grundstykkjum.

Karen og Svend eiga gentu og drong, sum bæði búgva niðri.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”