Skriva út

Svein Højgaard

Svein Højgaard.jpg
Svein Højgaard
organistur
Skúvoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hann býr einsamallur ovalaga í bygdini. Húsini eru málaði við sjáldsomum og vøkrum litum sum vísa ein mann, sum gongur egnar leiðir og hvílur í sær sjálvum. Maðurin talan er um eitur Sveinur Højgaard, og hann er organistur í Skúvoyar kirkju. Svein er føddur 16. mai 1949.

-Eg eri uppvaksin í Skúvoy. Pápi var ættaður av Toftum og mamma úr Skúvoy, sigur Svein Højgaard.

-Tað eru longu 36 ár síðani, at eg byrjaði at spæla í kirkjuni. Hetta var um hálvan november. Mamma spældi í kirkjunni í 30 ár. Eg eri sjálvlærdur og spæli uttan nótar, segði Sveinur, tá eg prátaði við hann á sumri í 2017.

Her hava verið trý orgul í húsinum, í løtuni havi eg einki orgul, tað kemur kanska eitt aftur. Nú eri 68  ára gamal og eg eri vorðin fólkapensionistur.

-Eg fór til skips sum 17 ára gamal.Tað var við “Kongshavn”. Jakku Højgaard var skipari. Kokkurin var av Hellunum og kallaðist Salli ella Salemon Johannesen. Um hetta skipið er skrivað ein heil bók, tað er bókin “Í Grønlandi við Kongshavn”, sum Magnus Dam Jacobsen skrivaði. Mær dámdi væl at vera til skips, sigur Svein og festir sær í eina sigarett í ríkt og vakurt dekoreraða køkinum.

-Eg livi einsamallur. Havi ikki lagt í at gifta meg, ikki tí, tilboðini og møguleikarnir hava verið har. Akkurát nú eri eg farin at lesa evangelliini umaftur. Tað eru nógvir spurningar í bíbliuni. Fyrstu orðini Jesus segði í bíbliuni, var akkurát ein spurningur. Tað var tá hann 12 ára gamal lærdi í templinum.

-Eg sigldi í tíggju ár, so fór eg at arbeiða í landi. Eg leigaði mær eitt kamar í Havn og fekk altíð arbeiði. Mær dámdi væl at búgva í Havn, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.