Skriva út

Súsanna Holm

Kvívík - Súsanna Holm, deknur
Súsanna Holm
deknur
Kvívíkar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Súsanna Holm er ikki kvívíkingur. Hon er ættað úr Havn og er fødd 3. August 1957. Søgan um hvussu hon akkurát kom at búgva í Kvívík er eitt sindur sjáldsom.

-Eg og maður mín avgjørdu at búseta okkum í Føroyum eftir at eg var útbúgvin sum pedagogur á einum Montessory seminarium niðri. Ein sunnudag eru vit í Kvívík. Vit avgjørdu, at her vildi vit búgva og einasta grundin var, at her er so vakurt, her vóru ongi bond. Hetta var í 1980 og vit fluttu inn í húsini í januar 1983. Vit fingu ikki drúgva tíð saman. Maður mín, sum var múrari fekk ein búld á heilan og doyði í 2002. Hann var sjúkur í hálvt annað ár og tað var ein undarlig tíð. Hann broyttist sum menniskja. Tú hyggur uppá mannin sum hann er og hann er ikki tað hann var. Eg mátti læra meg at avlesa hann og kom rættuliga í samband við, at tað er bara dagurin í dag, sum telur. Hetta hevur verið ein hendingarík tíð og eisini aftaná og eg eri takksom fyri alla hjálpina eg havi fingið.

-Vit høvdu vitjan í summar av einum fangakóri úr Danmark og tey læru meg, at kirkjan er fyri øll. Eg fekk eina áheitan frá Petur Muller, sála um at gerast deknur og eg tók av. Eg gekk í kirkju sum barn, sat við mammu á loftinum í Havnar Kirkju. Eg fann kirkjuna aftur sum vaksin. Havi verið deknur síðan 1996.
 
Familjan livir víðari. Tey fingu fýra børn saman og nú er tað vorðið til fýra barnabørn.

Súsanna Holm fall ikki í fátt eftir allan mótgangin. Í 2005 tók hon prógv sum cand mag í hugmyndafrøði á lærda háskúlanum í Århus. Hon hevur í dag egna fyritøku, sum skipar fyri skeiðum og rágevur fyritøkum.