Skriva út

Súsanna Eikhólm

Súsanna Eikhólm.jpg
Súsanna Eikhólm
deknur
Hvalvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Súsanna Eikhólm er ein av teimum ungu deknunum í Hvalvíkar kirkju. Hon er fødd 12. mai í 1980 og hevur verið deknur seinastu tvey árini.

-Tey manglaðu ein dekn og eg kendi ábyrgd yvirfyri kirkjuni og um tað munar, so vil eg fegin taka eina hond. Kirkjutænarar hava verið í okkara familju, tað er ikki ókent fyri meg. Kirkjan er fyri meg ein mentanarligur partur av lívinum.

-Eg eri sum flest fólk, nøkur ár sum ung var eg lítið og einki í kirkju og nú eri eg aftur fast knýtt at kirkjuni. Tað er heldur ikki so tyngjandi at vera deknur í Hvalvíkar kirkju. Vit eru tríggir deknar og vit hava ein mána í part og kemur okkurt upp í millum, sum finna vit út av tí, sigur Súsanna Eikhólm.

-Eg lesi altíð tekstirnar áðrenn, fyri at vita hvussu eg skal lesa og eg brúki tær lestrarbøkurnar, sum liggja í kirkjuni.

Súsanna er studentaskúlalærari og undir í søgu og sálarfrøði í Hoydølum. Hon flytir skjótt í nýggja miðnámsskúlan Glasir í Marknagili.

-Mær dámar væl at undirvísa. Eg standi fram hvønn dag. Sálarfrøði er ein vælumtókt lærugrein millum ung. Tað hevur kanska fyrr ikki verið varpað so nógv ljós á sálarfrøðina, men tað er broytt nú. Nú er vitanin størri og næmingarnir velja ofta fakið út frá egnari støðu.

Súsanna er gift við Rúna Kruse, sum er ættaður úr Sørvági. Tey eiga tvey børn, Sáru og Pætur. Í frítíðini er Súsanna virkin í ítrótti, hon hevur róð kapp og hon gongur til tónleik, konsertir og ger eisni hondarbeiði. (Samrøðan varð gjørd á sumri 2016).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.