Skriva út

Sunneva Elisabeth Larsen

Sunneva E. Larsen.jpg
Sunneva Elisabeth Larsen
deknur
Dals kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sunneva er av og á deknur í Dals kirkju. Og hon hoyrir heima í Dali. Hon var fimm ára gomul, tá ið foreldrini fluttu til Dals. Hon er fødd á Tvøroyri. Pápin hennara eru í Froðba og mannan er úr Dali.  Sunneva er fødd 21. februar 1969.

-Tað var eitt sindur av tvídrátti millum meg og mannin. Hann vildi búgva í Havn og eg vildi búgva í Dali. Eg vann og nú hava vit rættuliga sligið okkum fastan í Dali. Vit eiga tríggjar døtur og tvey barnabørn .

-Tá ið genturnar vóru smáar arbeiddi eg á flakavirkið, men sum tær vuksu til, vildi eg nakað meira arbeiðsmessiga. Eg legði knívin frá mær og hongdi svintuna og og fór at arbeiða við fólki, sum trongdu til hjálp. Í 2010 fór eg á heilsuskúlan í Hovi og gjørdist heilsuhjálpari. Og eg vildi longur, fimm ár seinni ella í 2015 tók eg prógv sum heilsurøktari. Nú arbeiði eg á ellisheiminum Áargarði á Sandi sum heilsurøktari, sigur Sunneva.

-Eg fekk gott burtur úr at útbúgva meg. Eg fekk meira at vita í Hovi um tað, sum eg hevði arbeitt við frammanundan og tað var gott fyri meg.

-Bygdin minkar og her er deiligt um heystið, tá ljós er í hvørjum húsi í samband við heystfjøllini. Tey sum enn eiga børn her í bygdini, vera verandi her, annars er talan um fólk, sum búgva aðrastaðni og sum eru her og vitja av og á, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.