Súni Olsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Súni Olsen hevur verið deknur í Tjørnuvíkar kirkju í 29 ár. Hann bygdi í Tjørnuvík, áðrenn hann møtti konuni. Hann er føddur 1. september 1947.
-Eg møtti gentuni í Havn, hon var úr Tjørnuvík og vit kendust. Vit fingu eina dóttir, áðrenn vit blivu gift og gjørdu av at seta okkum niður í Tjørnuvík. Vit fluttu norður. Eg fór til Havnar at læra til timburmann og arbeiddi sum timburmaður í høvuðsstaðnum frá 1965 og fram til 1985 ella í 20 ár.
-Eg hevði ongar ætlanir um at gerast kirkjutænari. Vit eru kirkjufólk og pápi sat í kirkjuráðnum. Men knappliga stóð eg í støðuni, at eg skuldi taka støðu til, um eg skuldi siga ja at vera deknur. Mamma konuna, vermamma mín Helga, var deknur og tað var hon, sum bað meg. Eg hevði ongantíð lisið alment, men hetta kendist sum eitt kall, og eg segði ja. Og tá ið støða var tikin, vendist ikki aftur og mær dámar framvegis væl at vera deknur.
-Eg eri í dag 68 ára gamal og vóni at fáa fleiri ár sum deknur. Og eg havi nokk at takast við í Tjørnuvík. Her er tað mest seyður, sum øll eru upptikin av. Vit eiga 17 gyllin í Sjeyndum og fýra heima í bygdini. Sjeyndir eru óhøgligur hagi og nógv stríð er av honum. Sjeyndir er ognarhagi.
-Eg havi verið í kirkjuráðnum, men eri ikki longur. Vit fingu tvey børn, gentu og drong og tað er vorðið til trý barnabørn, tríggja deiligar dreingir, sigur hann.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.