Skriva út

Steinar Prestá

Skála - Steinar Prestá, pianistur
Steinar Prestá
pianistur
Skála kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Steinar Prestá, er ein ungur maður og hann hevur onkuntíð leiklutin at spæla upp á klaver í kirkjuni. Tað er serliga til gudstænastur, sum eru vendar móti ungdóminum og Steinar heldur, at formurin í kirkjuni er dekan og fastlæstur. Steinar er føddur 10 juni 1991.

Á Skála er ógvuliga tætt samband millum kirkjuna og missiónshúsið og tað eru somu fólk, sum ganga aftur í báðum húsum og missiónshúsið hevur skarað fram úr, tá ið tað snýr seg um at tillaga seg til ungdómin. Har er eitt livandi tónleikaumhvørvi, sum Steinar gott kundi hugsað sær eisini var flutt inn í kirkjuna. 

    -Eg plagi at spæla klaver í kirkjuni annan hvønn mánað. Annars havi eg spælt nógv í meinigheitshúsinum og dugi at spæla eftir nótum. Vit spæla nógv úr reyðu sálmabókini. Kanska fari eg at læra meg at spæla orgul seinni, sigur Steinar Prestá. 

    -Eg haldi, at tað hevur týdning, at hava kirkjuna koyrandi og skal hon koyra, má fólk hjálpa til. Eg eri glaður fyri at kunna hjálpa til. 

    -Eg havi spælt til ungdómsmøtir seinastu sjey árini og har møti eg samveru og trúskapi. Tað er gott fyri meg við andaligari føði, sigur Steinar, sum hevur lært hjá tryggingarfelagnum Trygd og sum í dag starvast sum kundaráðgevi og sølumaður. 

    -Tað er betri uppmøting til ungdómsmøtir enn til kirkjuna. Eg haldi at sálmasangurin í kirkjuni relaterar ikki so nógv til ung. Tey tíma ikki at syngja sálmar. Vit hava orkestur í Meinigheits- húsinum. Eg haldi, at tónleikurin skuldi havt eitt annað úttrykk í siðbundnu gudstænastuni. Ikki so grátt og keðiligt og tað ger heldur einki, um prestur kemur við eini vittigheit. Karmarnir nýtast ikki at vera so fastir. Ikki altíð tað sama á skránni. Tað behøvist ikki altíð at vera tað sama, sigur hann.