Skriva út
Sólrun Luid
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Hvørjaferð ein organistur manglar í Hovs kirkju, kemur Sólrun Luid í kirkjuna at syngja fyri og tað hevur hon gjørt í mong ár. Og Sólrun er ikki hovbingur, hon er úr Trongisvági og hon býr í Trongisvági. Sólrun er fødd 18 september 1949.
-Maður mín Annfinn er hovbingur og vit hava hansara barnaheim her í Hovi, og tí eru vit rættuliga nógv í bygdini. Men vit búgva í Trongisvági og eg eri eisini kirkjusangari á Tvøroyri.
Eftirnavnið Luid er ein forbrongling, sum ein danskur prestur einaferð hevur gjørt av vakra føroyska staðarnavninum Við Liða.
-Pápi mín var úr Tjørnuvík og eg búði har í eitt ár sum vikar. Eg fór á Læraraskúla í 1967 og tók prógv í 1972. Hetta er fjórða árið eg eri pensionistur, men eg havi verið avloysari sum lærari øll árini. Eg havi verið lærari á Tvøroyri í mong harrans ár og tá íð skúlin í Trongisvági kom í 1982, fór eg har.
Sórun hevur verið virkin í kórsangi.
-Eg havi havt eitt barnakór, tað eru børn av Tvøroyri og úr Hovi. Eg er forsangari, tá ið ongin organistur er og tað er ábyrgd í tí. Tað er lætt at syngja fyri í Hovi, tí fólk taka undir við sanginum beinanvegin.
Sólrun og Annfinn eiga ein son og hann býr í Havn. Og hann eigur ein son.