Skriva út

Sólmundur Eliker Joensen

Sólmundur Joensen Húsa kirkja.jpg
Sólmundur Eliker Joensen
deknur og klokkari
Húsa kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Synirnir hjá Geila Jóannes á Húsum gjørdu allir tænastu í kirkjuni sum dreingir og hálvvaksnir, ja heilt til teir fóru av bygdini. Ein teirra er Sólmundur Elliker Joensen, sum í eitt mannaminni hevur búð í Nicolai Mohrsgøtu 12 í Hoyvík, har hann verður roknaður at kalla sum niðursetumaður í nýggju Hoyvíkini, sum í dag er vorðin ein stórbýur og sum vallað var meira enn viðfáningur, tá íð Sólmundur og konan Arngerð fluttu fyri mongum árum síðan. Sólmundur er føddur 18 januar 1946.

-Pápi mín kallaðist Jóannes Frederik Joensen, og var deknur alla sína tíð, tá ið hann ikki var til skips. Hann sigldi nógv og tá tóku dreingirnir, sum vóru heima, tørn og vóru deknar og klokkarar í kirkjuni. Vit høvdu rættuliga stóra respekt fyri kirkjuni, øll tey ungu í bygdini og á Húsum vóru tey ungu rættuliga tikin við í gudstænastuna, tey fingu ábyrgd.

-Men eg varð ikki búgvandi á Húsum og mín tíð sum kirkjutænari var í fimtiárunum og í sekstiárunum. Eg vildi hava bókliga útbúgving og byrjaði við premilinerskúla í Fuglafirði í trý ár. Eg búði hjá abbabeiggja mínum við Gjógvará. Í hesum tíðarskeiðnum var eg avloysari sum deknur í Húsa kirkju, tá íð eg vitjaði aftur. Eg var kanska einaferð um mánaðin aftur í heimbygdini. Vit høvdu ein eyka frídag, sum vit kallaðu fyri mánanslóg, sum varð lagdur aftur at einum vikuskifti og tá bar til at ferðast. Annars gingu vit í skúla leygardag eisini. Antin varð eg førdur við bát yvir á Blankaskála og gekk heim til Húsar ella við rutubátinum Barðskor til Syðradals og gekk síðan heim,.

Eg var eisini læraravikarur á Húsum í 1965 og hetta árið hevði eg kirkjuna um hendur, sigur Sólmundur Joensen.

-Eg havi verið lærari alt mítt lív, eg fór niður á læraraskúla og varð liðugur í 1971. Eg fekk beinanvegin starv á Statens Åndsvageforsorg sum lærari. Skúlin lá tætt við Gentofte og var har fram til 1975, tá íð eg fekk starv á Føroya Specialskúla og tað gjørdist mítt lívsstarv, sigur hann.

Sólmundur er giftur við Arngerð og tey eiga fýra børn, níggju barnabørn og fimm langbarnabørn.