Sólborg Simonsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tað er friðarligt inni í køkinum hjá Sólborg á Sandi. Tú hoyrir sjóðið av gerandisdegnum uttanfyri og Sólborg situr í sínum fasta plássi við køksborðið. Kaffi er gjørt og vaflur standa á køksborðinum. Vit fara at fáa okkum, tá ið vit eru liðug at práta. Sólborg er fødd 13. januar 1929 og í 44 ár hevur hon hildið Sands kirkju reina, hvørja einastu viku.
-Nú eri eg einsamøll, men fyrr var nógv fólk í húsinum. Eg og maðurin Gilstone møttust í Íslandi í 1946, eg eri úr Skopun ættað og hann av Sandi. Eg arbeiddi har, knýtti trol. Okkum vantaði ein mána í diamantbrúdleypið, tá íð hann doyði í 2006.
-Vit búgva beint við kirkjuna og eg var biðin um at vaska. Eg og Asta vaskaðu kirkjuna í 42 ár. Fyrstu tíðina var einki elektrisitet. Vit vaskaðu hvørt vikuskifti og høvuðsreint einaferð um árið. Neyðugt var at hita vatnið heima og síðan bera tað oman í kirkjuna. Einaferð var eg so óheppin at bróta lærið í kirkjuni. Ljósið var farið og Asta ringdi til mín og bað meg fara oman at vita, hvat var galið. Eg var komin inn í myrku kirkjuna og má hava fingið eitt dánilsi.
-Vit vaksaðu við gleði, vit vóru so einingar, eg og Asta. Lønin var 300 krónur tey fyrstu árini og tað endaði við 3000 kr um árið. Tá íð vit vóru lidnar at gera kirkjuna reina til høgtíðir, hildu vit heilagt.
-Tað var ein ringur dagur, tá ið kirkjan brendi. Tað var sum eitt petti av mær sjálvum brendi. Eg havi altíð kent meg tryggan við kirkjuna og tað gjørdi ikki mun at fara í kirkjuna, sjálvt um tað var myrkt.
-Eg haldi, at eg og Gilstone vóru rættuliga góð. Heðin Klein var lærari í mong ár á Sandi. Hann leigaði eitt kamar frá okkum og búði her í 11 ár. Og hann sigur, at hann hevur ongantíð hoyrt okkum klandrast. Eg veit ikki, børnini eru so munnløtt í dag.
-Vit fingu fimm børn, 18 barnabørn, 28 langbarnabørn og tvey oldurbarnabørn. Eg royndi at binda upp á tey, so leingi eg klári.
-Eg havi ikki roykt, kanska er tað tí at eg eri vorðin so gomul. Eg fari kanska at vitja sonin í Danmark í summar, eigi nógva familju í Danmark. Tíðin rennur, tá ið man er 88 ár. Elsta dóttir mín er longu 68 ára gomul.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.