Skriva út

Sólbjørg Mortensen Símunarson

Sólbjørg Mortensen organistur í Argja kirkju.jpg
Sólbjørg Mortensen Símunarson
organistur
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

-Vit búðu í Fuglafirði, har pápi var missionerur. Og pápi átti eitt orgul, sum hevði góðan klang. Pápi dugdi nótarnar, men hann dugdi ikki at spæla. Eg havi altið elskað at spælt. Hann lærdi okkum nótarnar. Og tað gekk ikki long tíð, so bað hann meg spæla á møtum. Eg spældi eftir nótum, eg havi ikki tað stóra gehør, sigur Sólbjørg Mortensen Símunarson, sum er organistur í Argja kirkju. Hon er fødd 13. juni 1953.

-Eg gekk til undirvísing hjá Oddvør á Steig, sum hon at tá. Hon hevur tikið gentunavnið Johansen í dag. Hetta var í 1970. Tá lærdi eg at spæla við pedalum. Pápi stuðlaði okkum. Eg spældi eisini blokkfloytu. Eg fekk bara undirvísing tað eina árið, sigur Sólbjørg Mortensen Símunarson.

-Eg fór niður at læra til sjúkrarøktarfrøðing. Hetta gekk fyri seg á Diakonissestiftelsen á Frederiksberg í Keypmannahavn. Nú arbeiði eg á Lágargarði við fólkum, sum hava demens.

-Eg havi spælt í Argja kirkju síðan 1998. Vit hava sama orgul, sum var í Havnar kirkju undan hesum. Tað bleiv flutt út á Argir.

Sólbjørg er gift við Henning Símunarsson og tey eiga ongi børn. Sólbjørg er virkin kvinna og hevur alt lívið verið virkin innan Heimamissiónina.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo".