Skriva út

Snorri Thomsen

Sandvík - Snorri Thomsen, klokkari
Snorri Thomsen
klokkari
Sandvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tornið í Sandvíkar kirkju er ikki fremmant fyri Snorra Thomsen. Her hevur hann gingið, síðan hann var smádrongur. Og hann er framvegis klokkari, tá ið hann er heima. Snorri er føddur 6. juni 1969.

-Pápabeiggi mín, Herjálvur Thomsen, var klokkari í 50 ár, og eg var ofta við honum í kirkju og slapp at hjálpa til. Tí var tað natúrligt fyri meg at gerast klokkari sum vaksin, sigur hann.

-Vit eru fimm systkin, og tað var fast hjá okkum at ganga í kirkju. Eg plagdi at hjálpa organistinum og siga honum, hvussu nógv ørindi vóru eftir í sálmunum. Eg eri sjómaður og kann tí ikki altíð vera klokkari, men tað er fast, um eg eri heima, og tað havi eg gjørt, síðan eg var 16 ára gamal.

-Eg lærdi til elektrikara hjá Holm í Hvalba, og síðan fór eg á maskinskúla. Eftir maskinskúlan fór eg út í verðina at sigla við skipum hjá Maersk. Eg sigldi millum Europa og Asia. Men tá ið eg gjørdist pápi, fekk børn, hendi nakað. Eg gjørdist bangin fyri at flúgva, og har var einki annað at gera enn at gevast við útisiglingini. Eg var í Maersk í sjey ár, og nú eru 14 ár, síðan eg gavst har. Umborð á Maersk skipunum var eg eletrikari, og síðan eg fór at sigla við trolara heima í Føroyum, havi eg verið maskinmaður.

-Heima havi eg 20 seyðir, teir ganga í haganum. Vit hava eisini eina trøð, men eg eri ikki tann villi veðramaðurin eins og hvalbingar. Tað var ongantíð nakað ivamál fyri meg, at eg vildi búgva í Sandvík. Vit búgva í barnaheiminum. Og tíbetur vildi konan eisini flyta yvir. Hon er úr Hvalba, og eitur Magdalena Hammer. Vit eiga tvey vaksin børn, sigur Snorri Thomsen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.