Skriva út

Sjúrður Nysted

Sjúrður Nysted, organistur.jpg
Sjúrður Nysted
organistur
Kaldbaks kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ole Hans Sjúrður Nysted er ættaður úr Hvannasundi, og hevur verið lærari í Kaldbak alt lívið. Hann hevur eisini verið deknur leingi. Og Nysted navnið er ikki úr Hvannasundi. Pápin hevði Justesen til eftirnavn. Men omman var av Norðskála og í hennara ætt var familjan útdeyð á mannfólkasíðuni og hetta var í teimum døgum, tá ið kvinnur høvdu nakað at siga og mamma Sjúrð avgjørdi at geva sínum børnum eftirnavnið Nysted.  Sjúrður er føddur 27 november 1932.

-Eg fór á læraraskúla í 1956 og var liðugur í 1960. Eg søkti trý størv í Mykinesi, á Toftum og í Kaldbak og eg fekk starvið í Kaldbak. Eg havi onga aðrasteðs verið. Eg var lærari í Kaldbak frá 1960 og fram til 1992. Kona mín  Brynhild Ólavsdóttir Reinert er ættað úr Kaldbaksbotni. Vit eiga tveir synir og eitt barnabarn.

-Konuni møtti eg í Kaldbak. Hon var komin her at hjálpa til við slaktinum. Og fyrstu ferð eg sá hana stóð hon í ánni og vaskaði vembur. Vit hava verið saman síðani.

-Eg royndi sjólívið sum ungur. Tveir eldri beiggjar høvdu ein 20 tons bát í 1951 og 1952. Hetta var í ringastu krepputíð og Sjóvinnubankin fór á húsagang. Eg fór at sigla við norskum línubátum, fyrst undir íslandi og síðan var ein ein langan túr undir Grønlandi við norskum línubáti.  Heim aftur komin fór eg á Handilsskúla í Danmark. Vit vóru sjey føroyingar tað árið. Heim aftur komin rendi eg meg beint í klaksviksstríðið. Eg upplivdi tað upp á nærmasta hold. Hetta komst av at eg var ein túr við einum eingilskum trolara undir Føroyum. Tað var ikki óvanligt tá, at trolararnir komu inn eftir fólki. Eg minnist av Petur Joensen, bendingsmeistari, skaffaði fólk til hesar eingilsku trolarar. Vit høvdu trolað á Svínoyarvik og fóru á Klaksvík. Vit løgdu okkum beint aftanfyri Rolf Krage við donskum politistum. Eg skuldi í land at hjálpa beiggja mínum Niels at stoypa. Hann bygdi í Klaksvík. Men tað var ikki bara sum at siga tað, har var loðið av politistum og stórum hundum. Meðan vit stóðu á brúnni og bíðaðu, sóu vit havnarskrivstovuna fara i luftina. Tíbetur var ongin inni og ongin mannskaði hendi. Annars var tað slett ikki so galið at vera við eingilsmonnunum. Vit fingu fasta løn, 50 krónur um dagin og vónaðu sjálvandi, at ongin fiskur var at fáa.

-Eg var eisini eitt ár í Vestmannaoyggjunum og fiskaði. Har var nógvur peningur at vinna. Teir, sum sigldu við teimum góðu trolarunum í Klaksvík í fimtiárunum, høvdu eina ársfortjenastu upp á 8-9000 krónur um árið, áðrenn skatt. Eg tjenti 14.000 krónur í Vestmannaoyggjunum hetta árið og tá var alt betalt.

-Eg havi verið organistur í Kaldbaks kirkju og havi roynt at murra við kaldbaksmonnum. Vit búgva í gomlu lærarahúsunum, sum vit hava keypt. Mær dámar væl at rógva út og eri av og á niðri í fjørðinum, eg havi enn eitt áttamannafar.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”