Skriva út

Sjúrður Ferjá

Sjúrður Ferjá.jpg
Sjúrður Ferjá
deknur
Hvalvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Sjúrður Ferjá er í dag 76 ára gamal, hann er føddur 1. desember 1940 og er ein av teimum seinastu, sum hevur upplivað heimbygdina í sínum vælmaktsdøgum, við hvørjum húsi fullum av fólki og í mongum húsum nógvum fólki. Gjógv er í dag ein næstan avtoftað bygd og um veturin brenna bara nøkur heilt fá ljós. Um summarið er bygdin full av ferðafólki. Tá ið Sjúrður var tíggju ára gamal búði 210 fólk í bygdini, hetta var í 1950. 30 ár frammanundan var talið í hæddini, tá var fólkatalið 283 og í dag er fólkatalið komið niður um 30. Og Sjúrður býr heldur ikki Við Gjógv.

-Eg vaks upp undir krígnum, og tá gingu gjáarmenn og hugdu eftir flúgvarum. Bygdin var tá framvegis í hæddini, hóast hon var minkað nakað. Familjur fluttu á stórplássini. Sjálvur havi eg havi nógv samband við heimbygdina, hóast eg havi virkað og búð aðrastaðni, síðan eg kom til mans. Foreldrini liva enn, tey eru bæði gomul, pápi er 94 og mamma er 91.

-Eg fór til skips sum 15 ára gamal. Men sjólívið var ikki nóg lokkandi. 17 ára gamal var eg á læraraskúlanum og tók prógv sum 20 ára gamal. Tey fyrstu fýra árini var eg lærari í Fuglafirði. Síðan fekk eg starv í Hvalvík og tað gjørdist mítt lívsstarv. Eg var fyrstilærari í Hvalvík í 37 ár. Tey fyrstu árini búðu vit í lærarahúsunum, hetta var áðrenn vit bygdu. Konan er av Eiði og eitur Marjun, hon er fødd Kollslíð. Vit møttust á Konditarínum í Havn, meðan eg gekk á læraraskúla.

-Vit hava fingið trý børn og sjey barnabørn. Sjey fold er slett ikki so galið. Eg havi verið deknur og hjálpardeknur. Eg plagdi at avloysa Vilhelm Magnussen, tá ið eg kom til Hvalvíkar, sigur Sjúrður Ferjá.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.