Skriva út

Símun Nónklett

Símun Nónklett.jpg
Símun Nónklett
organistur
Glyvra kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Símun Nónklett er ein legenda í Eysturoynni innan tónleik og serliga innan urgu og kórsang. Og hann er eisini organistur í Glyvra kirkju. Símun er føddur 6. januar 1937. Hann er uppvaksin í Lamba og fór sum ungur út at sigla við Tjaldrinum millum Føroyar og Danmark. Og áðrenn hann fór á læraskúla var hann á háskúla í Haslev í Danmark. Hann tók læraraprógv í 1960.

-Eg hevði áhuga fyri tónleiki og lærdi orgulspæl hjá Hjalmar Hátún á læraraskúlanum og violi hjá Erik Petersen. Triðja árið var við í einum lítlum orkestri hjá Tórshavna Musikkskuúla. Hann hevur eisini veirð í fleiri ár í Føroya Symfoniorkestur.

-Í 1960 eftir prógvið fekk eg starv við Glyvra skúla. Tá var Djurholm lærari. Eg undirvísti eisini í tónleiki og eitt lítið barnakór spurdist burtur úr. Eg undirvísti í blokkfloytu. Kórið spældi til jólar í kirkjuni við blokkfloytu, sangi og orgulspæli vit vóru fegin. Eg fór skjótt at spæla á orgulið í kirkjuni og har havi eg sitið í mong harrans ár.

Í 1962 stovnaðu við Nes Sóknar Musikkfelag. Ludvig Breckmann bestilti hornini úr London. Vit byrjaðu spakuliga. Eg spældi kornett og síðan fór eg at dirigera. Tað var rættuliga tíðliga, at hornorkestrið varð brúkt í kirkjuni til konsertir.

-Sum fráleið komu fólk upp til orgulið at syngja. Talið trilkaðist. Fleiri og fleiri komu uppí og út frá hesum kom eitt fýraræddað kór. Hetta gjørdist seinni til Kór Glyvra Kirkju sum varð stovnað seinast í sekstiárunum. Eg var eisini nógv upptikin av hornorkestrinum hesa tíðina.

-Eg gavst sum kórleiðari, tá ið eg varð pensioneraður. Eg vildi vera fríur aftur og kórsangur er bundisligt. Síðan havi eg brúkt tíðina uppá at ferðast.

Eg eri ikki heilt givini við tónleikinum. Onkuntíð kemur vinmaður mín og orgulkollegin Jónsvein at vitja og tá spæla vit violin saman. Eg eri ógiftur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.