Skriva út
Símun Hammer
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Símun Hammer er organistur og so er hann eisini fiskivinnufrøðingur, útbúgvin á universitetinum í Tromsø. Og meðan hann læs í Tromsø, var hann eisini organistur í eini kirkju har. Símun Hammer er ein organistur, sum hevur sitið leingi við orglið í Gøtu kirkju.
-Eg havi verið her í Gøtu kirkju síðan 1998, tá ið eg tók yvir eftir Esman Jacobsen. Og vit høvdu tað gamla orglið í Havnar kirkju heilt fram til í 2014. Tað var eitt gott orgul, men vit hildu, at tað kundi ov lítið til hetta kirkjurúmið. So kom tilboðið úr Samuelsenskirkjuni í Keypmannahavn. Bergur Jacobsen, sum var prestur í Keypmannahavn, skeyt upp, at vit skuldu hava hetta orglið, tí tað passaði væl og vit fingu tað ókeypis. Hetta er størsta orgul í landinum og vit hava fingið tað uppstyðjað soleiðis, at nú minnist tað tær ymisku innstillingarnar hjá okkum. Tað lættir um ger tað einfaldari at spæla, sigur Símun Hammer.
-Hetta orglið klárar at fylla rúmið, og her má man duga sær hógv. Tað hevur nógvar møguleikar. Orglið er frá Vilhelm Hammerheim og er bygd í 1960. Gunnar Husted, orgulbyggjari úr Danmark hevur verið í Føroyum og sett orgulið í stand. Vit høvdu 15 stemmur í gamla orgulinum og ætlaðu okkum upp á 23 og nú fingu vit eitt, sum hevur heilar 34 stemmur. Og tað er ein avbjóðing hjá okkum at útnytta tað fult úr. Vit hava rættuliga roynt orglið. Eitt nú bjóðaðu vit øllum organistum í landinum til eitt orgulmarathon, har spælt var út í eitt frá klokkan tíggju um morgunin og fram til klokkan sjey á kvøldi, sigur Símun Hammer.
-Foreldur míni høvdu eitt harmonium. Eg byrjaði eftir gehør. Vit búðu í Klaksvík um hetta mundi og eg fór at fáa undirvísing frá Boga Lutsen í Klaksvík.
Símun er virkisráðgevi og hevur verið ein høvuðsstigtakari til fiskiveiðumessuna Faroe Expo. Hann er giftur og tey eiga fýra børn, tvey av hvørjum slag.