Skriva út

Sigurlaug (Lauga) Eiriksdóttur

Skála - Sigurlaug (Lauga) Eiriksdóttur, deknur
Sigurlaug (Lauga) Eiriksdóttur
deknur
Skála kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kirkjusøguliga sæð ber til at tosa um tað stóra deknaskiftið í Skála kirkju í 1990. Hetta er eitt ár, hvar mørk verða flutt. Frá byrjan hevði kirkjan havt ein dekn og kanska onkran avloysara og í 1990 kemur kirkjuráðið til ta niðurstøðu, at tíðin er farin frá hesi skipan. Nú verður avrátt at seta tríggjar deknar, sum skuldu skiftast og ein av hesum deknunum var Lauga, sum eisini eitur Sigurlaug Eiriksdóttir og sum kom í heimin beint fyri ólavsøku tann 21 juli í 1954. 

    -Eg havi verið deknur í yvir tíggju ár og havi havt tað fínt við at lesa lestur. Kanska eitt sindur nervøs í fyrstuni, men tað batnaði skjótt. Eg eri von við at standa fram og eri ikki smæðin. Sum ung gekk eg í kirkju av áhuga og tá ið eg varð spurd, um eg vildi vera deknur, hugsaði eg, at hetta er mín lutur og tað vildi eg gjarna. Vit vóru trý, sum skiftust, eg var deknur triðja hvønn mánað og tað gekk væl, sigur Sigurlaug. 

    -Mær dámar væl fastar formar og man hevur brúk fyri at vera í frið onkuntíð. Vit eru online allatíðina. Og í kirkjuni eru fastir formar. Eg haldi ikki, at tað er neyðugt hjá børnunum at hava farvublýantar við í kirkju, sigur hon.

Lauga var tilkomin áðrenn hon fór undir útbúgving. Hon er í dag lærari við Stranda skúla. 

    -Eg fór longu úr skúlanum eftir sjeynda flokk. Eg var ordliga skúlatroytt. So møtti eg manninum Eyðbjørn og vit fingu dreingirnar og eg var barnabundin. Og tá ið dreingirnir fóru í skúla, legði eg merki til, at eg ikki kundi hjálpa teimum við skúlatingunum, tí eg sjálv hevði so lítla skúlagongd og hetta vakti okkurt í mær. Eg dugdi ikki at hjálpa teimum at rokna. Og so fór eg á kvøldskúla í rokning og síðan á handilsskúla og endaði á Føroya læraraskúla, har eg tók prógv sum lærari, sigur hon. 
    
    -Tá ið ein fer í skúla sum vaksin, er tað tí ein vil nakað og ein forlangar meira av sær sjálvum. Eg kendi meg ikki aftur aftan á útbúgvingina. Mær dámdi broytingina og sjónarringurin varð víðkaður. Og tað hevur verið spennandi, síðan eg fekk prógv. Eitt ár sum einalærari í Mikladali. Tá vóru dreingirnir vorðnir vaksnir og maðurin sigldi. Hann helt tó til í Mikladali, tá ið hann var heima. Útbúgvingin hevur ført meg til eitt ár í Grønlandi og eitt hálvt ár á Eiði og nú seinastu mongu árini havi eg verð lærari á Strondum, sigur hon.