Signheðin Davidsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Summi er fødd og uppvaksin á sama stað og onnur eru tilflytarar. Og summi hava sjáldsamari bakgrund enn onnur. Signheðin er uppvaksin í Nesvík, sunnanfyri Brúnna við Streymin. Har standa eini einsamøll hús og eitt neyst niðri í fjøruni og hetta er barndómsheimið í honum. Her búði hann, til hann gjørdist forelskaður í eini gentu í Hósvík og flutti og giftist í bygdini. Men barndómsheimið er brent fast í sinnið og hansar børn verða tey næstu, sum fara at taka yvir í Nesvík.
-Tað var abbabeiggi mín sum fekk fyrstu trøðna fyrst í tríatiárunum í farnu øld. Hann kallaðist Poul Johannes og konan Jacobina, hon var úr Tjørnuvík. Tey fingu stutta tíð saman, Poul Johannes doyði av tuberklum longu í 1935. Síðan tekur abbi mín Hans David Davidsen yvir trøðna hjá beiggjanum. Tað vóru fimm traðir í Nesvík, okkara tann sunnasta og tað vóru fýra tjørnuvíkingar sum settu seg niður her. Og her var einsligt, ongin vegur. Tað tók ein hálvan tíma at ganga til Hvalvíkar í skúla. Annars spældi eg við dreingirnar á Oyrabakka og eg plagdi at rógva yvir um í einum fýramannafari. Rak norður, fór eg suður við landinum og so yvirum, soleiðis at eg datt inn har eg skuldi og sama tá tað rak norður. Á kyrrindunum fór eg beint yvirum. Tú lærdi um streym av at búgva í Nesvík. Barndómsheimið stendur enn og børnini hava áhuga í teimum.
-Eg varð biðin til klokkara i 2001. Tað var kirkjuráðið, sum heitt á meg. Vit eru tríggir sum skiftast, ein mána í senn, tí er hetta ikki tyngjandi arbeiði. Vit hava altið gingið í kirkju. Konan Elin er úr Hósvík, tí búgva vit her. Vit hava búð her síðan 1977 og eiga trý børn, tvær gentur og ein son. Vit eiga sjey barnabørn.
Signheðin hevur seinastu 30 árini starvast undir Vinnuháskúlanum og hevur arbeitt Við Áir, har ein partur av undirvísingini við eldsløkking fer fram, umframt trygdarskeið og onnur skeið. Hann hevur verið leiðari síðan 2001.
-Eg lærdi til snikkara sum ungur her í Hósvík. Her var eitt snikkaravirkið tá, tað er langt síðan latið aftur.
-Vit vóna at kirkjan verður liðug nú. Tað verður ein munandi betri kirkja enn tann vit høvdu framman undan. Nú er tætt, nýtt tak og munandi rúmligari verður frammi í kóri. Sum fyrsta kirkja í landinum, fáa vit eina lyftu upp um kórsgáttina.
-Tá ið kirkjan var bygd í 1929 vóru ringar tíðir kring heimin og tað sum kundi sparast, var spart, tað sæst aftur í gomul kirkjuni, men nú er hetta rættað, nú er meira forhold í kirkjuni, sigur hann.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”