Sigmundur Poulsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Sigmundur Poulsen hevur ikki verið heimamaður, hann hevur verið á sjónum í heili 51 ár, og okkurt skifti hevur hann verið deknur í kirkjuni. Sigmundur er føddur 27. september 1931.
-Eg eri uppvaksin í Sandvík og eri búsitandi her. Eg gavst á sjónum, tá ið eg var 67 ára gamal, tá gjørdist eg pensionistur. Tá vóru eisini 51 ár, síðan eg mynstraði fyrstu ferð. Eg var glaður fyri sjólívið og var rættuliga nógv burtur, serliga tá ið eg var skipari á NIM á ídnaðarveiðu í Norðsjónum. Eg veit ikki, hví teir góvust at fiska í Norðsjónum.
Jóhan Nielsen búði síni seinastu ár aftur í heimbygdini. Kona hansara Birte var deknur, og eg avloysti hana viðhvørt. Men eg havi ikki lisið nógv í kirkjuni. Birte gjørdi nógv fyri kirkjuna, og sandvíkingar eru fegnir um kirkju sína.
-Kirkjan varð flutt av Tvøroyri við skipi norður í 1908. Hon varð keypt og tikin sundur fyri 800 krónur. Abbi átti sluppina Aleksandru, hann flutti kirkjuna norður ókeypis. Teir høvdu tað við at flyta kirkjur, sum vóru vorðnar ov smáar, á smærri pláss um ta tíðina. Kirkjan í Vestmanna varð flutt til Skopunar. Kirkjan í Vági til Hovs og kirkjan á Tvøroyri til Sandvíkar. Meginparturin av jørðini her í Sandvík hoyrdi til prestagarðin í Leirum í Hvalba, og tað vóru uppisitarar av prestagarðinum, sum vóru fyrstir at seta seg niður aftur í sandvík í 1816.
-Eg eri av eini rættari skiparafamilju. Fyrst abbi, síðan pápi, síðan eg og nú sonurin og abbasonurin.
-Fyrsta konan doyði, tá ið vit høvdu verið gift í 18 ár. Vit fingu seks børn, fimm døtur og ein son. Seinna konan er av Sandi og er systir fyrru konuna. Eg havi 16 abbabørn og 15 langabbabørn. Tíðin gongur millum annað við 20 seyðum, sum eru í haganum um summarið, og sum eru við hús um veturin.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.