Skriva út

Sigmundur Egil Olsen

Porkeri - Sigmundur Egil Olsen, klokkari
Sigmundur Egil Olsen
klokkari
Porkeris kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sigmund Egil Olsen hevur verið klokkari í Porkeri síðan 1991. Og kirkjuligt arbeiði ger hann fyri sálina, bæði tá íð hann er klokkari í Porkeri og tá ið hann luttekur í sangkórinum Ljómi í Vági.

Sigmundur er føddur 28 juli í 1958.

-Eg eri porkeningur og eg byrjaði sum klokkari eftir at beiggi mín Mannbjørn Olsen tók yvir eftir Páll Veihe. Eg fór at hjálpa beigga mínum. Seinni kom ein triði klokkari og nú ringi eg triðjahvønn sunnudag ella eri 1/3 klokkari.

-Eg havi verið lærari alt mítt lív. Eg tók læraraprógv á Nr. Nissum í Vesturjútlandi í 1984 og var eitt ár lærari í Sandvík og síðan havi eg verið lærari í Vági. Tað eru vorðin til 32 ár og nú nærkast pensiónin, eg eri 58 ár í dag.

-Tað eru broytingar frá ári til ár at vera lærari og ikki bara endurtøkur. Starvsfólkið kemur og fer. Í dag eru tað fleiri og fleiri kvinnur, sum gerast lærarar. Mær hevði dámað betri, um tað var meira blandað millum kynini.

-Konan er úr Porkeri. Vit eiga tríggjar synir og eins dóttir. Tað er vorðið til eitt barnabarn og eitt er á veg. Tað er ein góð kensla, at vera vorðin abbi.

-Frítíðin fer við ansing av seyði, gæs og hønum. Eg eigi eisini eitt sjeymannafar. Men hann flýtur alt og lítið fyri tíðina.

-Mær dámar væl at syngja og eg syngi við Ljómi, tað havi eg gjørt í mong ár. Sangurin er fyri sálina. Vit í kórinum luttaka í nógvum kirkjuligum handlingum og fara eisini í hinar kirkjurnar at syngja.