Skriva út

Sigmund Rasmussen

Oyndarfjørður - Sigmund Rasmussen, organistur
Sigmund Rasmussen
organistur
Oyndarfjarðar kirkja
Ein av veteranunum í kirkjutænastu i Føroyum er Sigmund Rasmussen úr Oyndarfirði. Og hann er veteranur hóast hann enn ikki er nakað gamal maður. Hann er føddur 19. januar 1955 og er í skrivandi løtu 59 ára gamal og hann hevur verið í starvi sum organistur seinastu 46 árini. Hann var 13 ára gamal, tá ið hann settist fast við gomlu pumpuurguna, eitt harmonium og nú situr hann við triðju urguni í kirkjuni.

-Gamla harmoniumið var ein góð urga, tann besta í bygdini. Og eg spældi á henni næstu tíggju árini, fram til 1978, tá ið við fingu eitt pípuorgul, sum Verland Johansen bygdi.

-Tað sum hevur drivið verkið hjá mær øll hesi árini er, at mær dámar at spæla og tað havi eg altíð gjørt, heilt frá tí at pápi legði mær lag á og lærdi meg fyrstu nótarnar sum smádrongur. Eg var 13, tá ið eg byrjaði at spæla fast, men eg spældi eisini onkrar sálmar saman við pápa, tá ið eg var yngri, sigur Sigmund. Hann er útbúgvin elektrikari og hevur seinastu mongu árini siglt við grønlendskum flakatrolara, har hann hevur havt ábyrgdina av flakamaskinunum umborð. Nú er hann aftur farin at starvast í landi.

-Tað var øgiliga spennandi, tá ið vit fingu nýggja pípuorglið. Eg hevði lært meg at spæla bass á eletriskum orgli og tey høvdu bara ein oktav og nú skuldi eg knappliga brúka bæði beinini. Eg havi altíð spælt á leistum og hetta er ikki vanligt. Organistar brúka sergjørdan skógvar til endamálið. Tað var torført í fyrstuni. Eg var ongantíð heilt nøgdur við nýggja orglið. Tað fylti nógv og har var ongin møguleiki at dempa ljóðið. Hetta gjørdi einki, tá ið kirkjan var full, men tað er hon ikki vanligar sunnudagar og tá kundi eg hava ilt við at hoyra kirkjuliðið.

-Eg ynskti tað triðja orglið, sum nýtt verður í dag. Hetta er eitt elektroniskt orgul og passar betri til tørvin í kirkjuni. Tað kann laga seg eftir, um fá fólk eru í kirkju. Orglið hevur eisini møguleika fyri elektroniskum urguleikara og tað er hent, teir dagar ongin organistur er tøkur. Sonur mín Julian, sum er útbúgvin organistur á konservatorii og sum starvast í Danmark, spælir sálmarnar inn, sum verða sungnir teir dagar ongin organistur er í kirkjuni og síðan passa hinir kirkjutænararnir orglið, uttan at spæla. Hendan skipan hevur roynst væl hjá okkum, sigur Sigmund Rasmussen.

-Sum einsamallur organistur hevur tú ringa samvitsku, um tú hevur forfall og hetta hevur nýggja urgan bøtt munandi um, sigur hann.