Skriva út

Sámal Weihe

Skála - Sámal Weihe, klokkari
Sámal Weihe
klokkari
Skála kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sámal Weihe av Skála er av klokkaraætt og sjálvur hevur hann ringt í Skála kirkju í eitt mannaminni. Hvussu nógv spor hann eigur upp í tornið í Skála kirkju, veit ongin, men hann hevur ringt seinastu 34 árini, um ikki fastur klokkari alla tíðina. Sámal er borin í heim tann 18 oktober 1941. 

    -Eg byrjaði fyrst í áttatiárunum og eg havi allarhelst eisini ringt áðrenn tað. Pápabeiggi mín, Hans Weihe var klokkari og eg plagdi at avloysa hann. Jørgen Thomsen, sum tá sat í kirkjuráðnum, kom og spurdi meg, um eg kundi vera tøkur. Eg eri ongantíð biðin um at vera fastur klokkari, í fyrstuni ringdi eg bara av og á og síðan bleiv eg fastur, sigur Sámal Weihe. 

    -Nú eru 34 ár ligin síðan eg byrjaði at ringja og verður lív og heilsa, so taki eg hægst tvey ár afturat, tá eri eg eisini vorðin 75 og tá eru stundir at gevast, sigur Sámal Weihe.
Sámal hevur tikist við smiðjuarbeiði og hevur verið maskinmeistari alt lívið. 

    -Eg fór í læru sum maskinsmiðjur í 1956 á Skála Skipasmiðju. Jóhannus Olsen var smiðjumeistari. Tað var eitt gott arbeiðspláss og eg fekk akkurát um endan á tíðini, tá ið handverk framvegis var ein veruleiki. Vit gjørdu snøgtsagt alt. Jóhannus tók allar avbjóðingar uppá seg, tað var einki, sum hann bakkaði fyri, sigur Sámal Weihe. 

    -Eg møtti eisini konuni á Skála. Hon eitur Dora Borgarhjørt Vestergaard og er úr Vági. Hon var komin norður á Skála at vera arbeiðsgenta. Vit eiga trý børn. 

    -Eg havi ikki verið alla mína tíð á Skála Skipasmiðju. Eg fór eisini til skips og var við Jammusi sum skipari og við Silverspray á sild. Havi eisini verið í saltfisk í Grønlandi og eg havi siglt nógv sum maskinmeistari við kubabátunum. 

    -Sunnudagurin var heilagur, tá ið eg var barn og vóru vit ikki í kirkju, varð lestur lisin heima. Og út sluppu vit ikki í kirkjutíð. 

    -Øll tey árini eg havi verið deknur í Skála kirkju kann eg staðfesta, at har spøkir ikki. Eg havi ofta ringt, tá ið lík hevur staðið í kirkjuni. Og veldan, kanska er tað ikki heilt tespiligt einsamallur at fara fram við eini kistu ein myrkan vetrar morgun, um tú sum einsamallur klokkari hevði ørindir inni í kór, men ikki bilar, sigur Sámal Weihe.