Salemon Bech
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Salemon er uppkallaður eftir deyðum manni á Strondum. Hann er porkeningur og hevur tøtt ættanbond á Strondum. Manninum, hann er uppkallaður eftir, hevur hann av góðum grundum ongantíð møtt. Tað var mammubeiggi hansara, sum fórst við “Morning Star” undir krígnum.
Salemon er føddur 27 desember 1947.
-Eg var sum ungur nógv á Strondum hjá ommu og abba. Mamma giftist til Porkeris. Tað var gott at vera á Strondum og eg nýtti gott av ættarbondunum. Einaferð minnist eg, at eg fekk eitt tjógv við suður aftur frá bøbóndanum Hans Jacob. Hann var dannebrogsmaður og flaggaði við danska flagginum. Hann var ein blídligur maður og var væl við mína familju.
-Eg havi siglt alt mítt lív. Fyri tað mesta við fiskiskipi, men eisini í farmasigling. Eg havi eisini róð út, men nú havi eg selt bátin. Eg minnist eina spennandi tíð, tá íð vit róðu út á Norðhavinum og hildu til í Oyndarfirði. Tað var ein góð tíð.
-Eg eri giftur við Jórun, sum er úr Porkeri. Tað hevur fruktað væl hjá okkum. Vit hava fingið fimm børn, 13 barnabørn og eitt langbarnabarn. Tað er stuttligt. Trý búgva í Porkeri, eitt í Havn og eitt niðri.
-Klokkarastarvið er ein skylda, sum eg taki á meg við gleði. Tað er ikki nøkur stór byrða at vera klokkari. Vit skiftast og tað er skjótt at koma inn í mannagongdirnar. Mær dámar at vera klokkari, sigur hann.