Ruth Lyngvej
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Ruth býr saman við soninum Súna í gomlu húsunum á Kletti í Hesti. Tey eiga ein fittan hund og omanfyri húsini ganga hønurnar. Ruth er einkja og tað hevur hon verið í mong ár. Hon er eisini deknur í Hest kirkju og tað hevur hon verið seinastu 12 árini. Ruth hevur eisini verið heimahjálp í mong ár, fyrst í Havn og síðan í Hesti, men nú er hon givin. Tá íð kravt var, at ein skuldi á skúla og hava útbúgving, tímdi hon ikki meira. Ruth er fødd 29. juli 1945.
-Eg læs fyrstu ferð í kirkjuni tann 29. januar 2006. Áðrenn eg gjørdist kirkjutænari, høvdu kirkjutænararnir verið leingi í tænastu.
-Maður mín Niclas Lyngvej doyði í 1984 av krabba. Hann var einans 50 ára gamal. Vit áttu tveir synir og tríggjar gentir, tvillingarnir vóru trý ára gamlar tá. Hann var sjúkur i trý ár. Eg minnist at tað var strævið at vera burtur frá børnunum, tá ið hann var í viðgerð í Danmark.
-Eg eri fødd og uppvaksin í Hesti og gentunavnið er Zachariassen. Her hevur verið gott at vaksa upp og her hevur verið tætt millum húsini. Børn gingu inn til hvønn annan og luktaðu tey pannukøkur í einum húsi, so fóru tey har, sigur Ruth Lyngvej.
-Eg helt meg vera ov gamlan til at fara á skúla, og tí gavst eg sum heimahjálp. Tað er deiligt at gera sum man vil nú.
-Eg havi ongantíð í lívinum kett meg, havi altíð havt nógmikið at gera. Seinastu árini havi eg tikið mær av ferðafólki fyri at vinna nøkur oyru. Alt hevur við oyru at gera. Eg seti eplir niður og havi nokk til alt árið. Eg havi hønur og gæs, men ongar ungar í ár. Tað er ikki altíð tað lukkast. Dreingirnir hjá mær hava jørðina hjá beiggja mínum, Jørmund.
-Eg bindi og vevi og so eru tað barnabørnini. Eg eigi seks barnabørn og tvey langbarnabørn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”