Skriva út

Richa Beinta Richardsdóttir

Richa.jpg
Richa Beinta Richardsdóttir
deknur
Saksunar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Richa er ættað úr Sandvík, uppvaksin í Havn og búði í yvir 25 ár í Saksun, har hon var gift bóndanum í Dúvugørðum, Jógvani Magnusson. Richa er fødd 4. august 1958.

-Eg flutti til Saksunnar á sumri 1979 og skjótt eftir fekk eg ábyrgd í kirkjuni, hjálpti millum annað til við sanginum. Saksinningar eru raskir at syngja og hava gott mál, og sangurin gekk væl. Eg hevði verið í kóri og hevði sangrødd, og ongin urga var í kirkjuni tá og tí var neyðugt við fólki, sum høvdu hegni at syngja. Verfaðir mín, Magnus í Dúvugørðum var deknur og á tann hátt var húsið tætt knýtt at kirkjuni. Dúvugarðar er helst ein forbrongling av Túvugørðum, tað halda í hvussu er fólk í Saksun, sigur Richa Beinta Richardsdóttir.

-Og fólk vóru røsk at ganga í kirkju, tá íð eg flutti til Saksunnar. Tá var ikki óvanligt at 35 fólk vóru í kirkju, nú er talið minkað niður á 10, nógv eru flutt úr bygdini.

-Tá gudstænasta var í Saksum vóru øll í kirkju. Men tað var bara gudstænasta, tá íð prestur var. Tað vóru tríggir prestar, sum áttu kirkjuna, hvalvíksprestur, kvívíksprestur og vestmannaprestur. Vanlig deknagudstænasta við lestri hevur ikki verið mína tíð, men tað var fyrr.

-Tá ið verfaðir gjørdist sjónveikur um aldarskiftið, tók eg yvir og var deknur fyri hann. Deknur var eg fram til 2005, tá íð eg fór niður. Eg eri ikki religiøs, heldur ikki óreligiøs, og mær dámdi at vera deknur. Og tað hevur ligið í familjuni við deknum. Báðir abbarnir, sum búðu í Sandvík, vóru deknar. Eina tí fyrstu ferðina eg var deknur í Saksun, var útvarpið á staðnum og sendi beinleiðis. Eg gloymi ongantíð hvussu nervøs eg var, sigur hon.

-Eg og Jógvan fingu tveir synir og annar er bóndi í Saksun. Vit eiga fimm ommudøtur og ein ommuson.

-Bæði foreldrini hjá mær vóru úr Sandvík. Pápa minnist eg ikki, hann fórst við Hans Hedtoft í januar 1959 og eg eri fødd í august 1958. Mamma mín kallaðist Emy Johansen og varð seinni gift við Harry Johansen, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.