Skriva út

Rebekka Syderbø

Húsar - Rebekka Syderbø, organistur
Rebekka Syderbø
organistur
Húsa kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Rebekka Syderbø, er ein húsagenta, sum onkuntíð hevur spæl orgul undir gudstænastu í kirkjuni. Og hennara kunnleiki til tangentar byrjaði, tá ið hon fór at spæla keyboard í Musikkskúlanum í Klaksvík. Rebekka er fødd 11 mai 2001.

-Eg fek nýggjan lærara á musikkskúlanum, tá ið eg hevði gingið har í tvey ár og hann spurdi meg, um eg vildi spæla orgul. Mær dámdi væl at skifta frá keyboard og til orgul. Tað er stórur munur á, at urguljóðið er penari.

-Eg spæli onkuntíð til gudstænastur her á Húsum, tá íð vanligi organisturin er burturstaddur, sigur Rebekka Syderbø.

-Onkuntí eri eg eitt sindur bangin frammanundan eini gudstænastu og eg skal spæla. Men tá íð eg havi spælt eina løtu er allur nervøsiteturin burtur. Eg kundi gott hugsað mær at farið víðari við orgulspæli. Í løtuni gangi eg til undirvísing hjá Jóhonnu í Christianskirkjuni hvønn hósdag og tað er ógvuliga mennandi. Hon dugir væl at læra frá sær. Eg veit ikki ordiliga hvat eg vil, men kanska fari eg at velja tónleikaleiðina, sigur hon.

Rebekka er úr eldra endanum av stórum systkinnaflokki á Húsum, tey eru átta systkin og tað eru 20 ár millum elst og yngst.

-Tað er nokk so skeg at vera nógv systkin. Man lærir at vera saman, ikki vera smæðin og at lurta. Tað er neyðugt, um tað heila skal rigga.

Í løtuni gongur Rebekka á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík.