Skriva út
Ragnhard Petersen
Um Ragnhard Petersen vildi tað, kundi hann verið helvtin av kirkjutænaramanningini til eina gudstænastu. Hann er um at vera liðugur at lesa gudfrøði og hann er organistur í Sjóvar Kirkju. Men hann hevur ikki ætlanir um at gerast prestur.
-Eg haldi, at tað er brúk fyri teologum eisini aðrastaðni í samfelagnum enn í kirkjuni, sigur Ranghard Petersen, sum er føddur 27/6 1982 og er uppvaksin í Fuglafirði. Hann er giftur við Marin Gregersen og tey vænta teirra fyrsta barn í desember. Hann gekk fyrst á Meinigheitsfalkultetinum í Danmark og tekur nú Master á University of Bristol í Ongland.
-Eg byrjaði at spæla orgul sum seks ára gamal. Stóribeiggin hjá mær Jónhard Petersen gekk til undirvísing og hann lærdi meg. Hann gavst við urguni sum ungur og eg helt á fram. Eg gekk til undirvísing hjá Oddvør Johansen í Havn, frá tí eg var tíggju til eg fylti 14 ár. Í tíggjundaflokki gekk eg til klaver. Musikkskúlalærarin Heðin Kambsdal legði mær lag á og seinnu árini havi eg spælt meira klaver.
-Pápi mín var mær ein góður stuðul í orgulspælinum, sigur Ragnhard Petersen og nú er ein lítil steðgur í prátinum. Hann gerst friðarligur og heldur meg kenna søguna. Pápi hansara Eyðbjørn Petersen datt oman í Klemmuni, ein hagapartur norðanfyri Fuglafjørð. Har er bratt, men hann hevði gingið har ofta. Ein steinur er helst lopin oman og rakt hann í høvdið.
-Pápa dámdi væl at syngja og hann tók frí frá arbeiði og koyrdi meg til Havnar aðru hvørja viku í samfull fýra ár, meðan eg lærdi at spæla hjá Oddvør.
Ragnhard minnist aftur á fyrstu ferð hann royndi seg sum organist í kirkju.
-Eg var 13 ára gamal og búði í Fuglafirði og organisturin í Gøtu kirkju var farin at eldast. So vóru boð eftir mær. Eg var næstan tvingaður, nei, eggjaður at seta meg við urguna og tann 3. mars 1995 spældi eg fyrstu ferð. Eg upplivdi tað sum óbehagiligt, nógvar nervar, kaldur og sveittaði, var bangin fyri at spæla skeivt. Hetta var sum at loypa úr tí trygga, út í tað heilt ótrygga. Men hetta var gott fyri meg og menti meg at leiða felagssangin í kirkjuni, hóast tað var djúpt óbehagiligt, sigur Ragnhard Petersen.