Skriva út
Poul Johannes Reyná
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Poul Johannes Reyná er í skrivandi løtu 52 ára gamal. Hann er føddur tann 14 august 1963 og hevur búð í Elduvík meginpartin av ævini. Hann er kirkjutænari og er klokkari. Poul Johannes er av hægstu monnum og úr køksvindeyganum hevur hann útsýnið beint yvir á hægstu fjøll í landinum, Slættaratind og Gráfelli, fjøll, sum eiðismenn og gjáarmenn og funningsmenn eiga.
-Eg havi ikki ringt seinastu trý árini. Eg havi mjólkað í fjósinum Millum Fjarða og tá bleiv tað ov nógv eisini at vera upptikin sunnudag, so hevði mann ongantíð frí. Men annars havi eg verið klokkari í 16 ár út í eitt. Eg havi skiftst við Anfinn Clementsen úr Elduvík. Ommubeiggi mín Jógvan Reyná var klokkari og eg skuldi taka yvir eftir hann. Kirkjuráðsformaðurin kom og heitti á meg og eg kom spakuliga inn í arbeiðið, sigur Poul Johannes Reyná.
Poul Johannus hevur fjølbroytt arbeiði og fjølbroytt arbeiðslív.
-Eg byrjaði á Skála Skipasmiðju, har eg lærdi til sveisara. Eg havi við jøvnum millum bilum arbeitt aftur á Skála Skipasmiðju. Eg fór at koyra lastbil og seinni gravmaskinur og helt meg til hetta fram til 1992, tá ið landið fór at húsagang. Eg havi arbeitt á Eiði, har vit hava gjørt tvíkiljur ella alibátar og tað var her, at eg møtti Jón Jacobsen og vit fóru at smíða saman. Eg eri sjálvlærdur húsasmiður og takist í dag við at umvæla eldri hús.
-Mær dámar væl at gera ymiskt arbeiði og ikki gera tað sama ov leingi í senn. Tí er tað spennandi at umvæla hús, har er fjølbroyttar uppgávur.
-Eg havi verið bóndi í mong ár. Eg tók yvir eftir pápa mín Malvinus. Vit hava eitt festið upp á tríggjar merkur og átta gyllin, sum gongur frá miðskeiðis í Líðini og fram í dalin. Talan er um ein stóran haga. Eg hevði eisini eitt minnið festi, Mørkin, sum liggur í Grønunum í Funningsfirði, men tað havi eg latið øðrum.
-Konuni Fridu Reyná møtti eg í dansi í Glyvra Bio fyri mongum árum síðan og væl hevur borið til. Vit eiga fimm børn, tað elsta 20 og yngsta eitt ár.